Bókadagurin í Miðlahúsinum og á Hvonn

Sunnudagin tann 14. november klokkan 14 byrjar árligi Bókadagurin hjá Rithøvundafelag Føroya. Seinastu nógvu árini hevur dagurin verið hildin í Norðurlandahúsinum, men hesaferð er húsið upptikið av sangleiki, so Bókadagurin hevur flutt seg oman í miðbýin, har Miðlahúsið og Hvonn fara at verða karmur um tiltakið.

Fyrst á skránni er barnabókatiltak í Miðlahúsinum, har lisið verður úr teimum nýggjastu føroysku upprunabókunum og tá fer barnakór eisini at syngja.

Klokkan 15 byrjar parturin til tey eitt sindur vaksnari. Á Hvonn verður lisið úr teimum nýggju føroyskum bókunum, flestu upprunaføroyskar, men eisini nakrar av teimum bestu umsettu. Fyri ein stóran part verða tað høvundarnir sjálvir, sum lesa.

Í Miðlahúsinum verður eitt pallborð, har kjakast verður um evni: ?Hví koma so fáar skaldsøgur á føroyskum, og hví hevur tað týdning at broyta hetta?? Har verður eisini bókahandil, har til ber at ogna sær bøkurnar og teir høvundar, sum eru til staðar, fáast uttan iva at skriva í bókina.