Týski tíðindamaðurin og rithøvundurin Frank Schirrmacher hevur vakt stóran ans við einari nýggjari bók.
Í bókini skrivar hann, at tey evropeisku samfeløgini eru als ikki fyrireikað til gongdina, sum ber í sær, at tey eldru gerast fleiri og fleiri í tali, samstundis sum tey ungu fáa færri og færri børn. Hann væntar, at hetta fer at enda við einum ættarliðsstríði ímillum tey eldru og tey ungu. Sum dømi um gongdina vísir hann á, at í Niðurlondum hava serkøn longu roknað út, at samfelagið kann spara nógvar pengar við at geva gomlum og sjúkum hjálp til at doyggja. Tað er bíligari enn at rinda teimum pensjón og at lata tey búgva á ellisheimi.
Frank Schirrmacher væntar, at stríðið ímillum tey eldru og tey ungu fer at kykna av álvara um eini fimm ár, tá tey fyrstu, sum eru fødd eftir seinna heimsbardaga, røkka pensjónsaldri. Summir evropeiskir politikarar siga, at tað ber til at loysa trupulleikarnar við at loyva fleiri fremmandum at búseta seg í Evropa, men tað er ikki nóg mikið, skrivar Frank Schirrmacher. Eitt nú kunnu tey fremmandu als ikki nøkta tørvin á arbeiðsmegi í Týsklandi um 50 ár, skrivar hann.