Í hesum døgum verður bókin »Sejr over dæmoner« borin út við postinum til øll húskir í Havn. Bókin er ein gáva frá høvundanum, evangelistinum Christian Hedegaard, sum vitjar Havnina á hvítusunnu í samband við eina fýra daga krossferð, sum verður hildin í ítróttarhøllini á Hálsi.
Bókin sigur frá, hvussu menniskju, ið eru bundin av andskreftum, kunnu verða loyst. Hetta er m.a. eisini tað, sum Christian Hedegaard væntar fer at henda undir krossferðini. Christian Hedegaard sigur í bókini frá, hvussu hann sjálvur varð loystur frá nýggju illum andum, sum høvdu plága hansara lív.
Í seinna parti av bókini verður Bíblian nýtt sum grundarlag fyri upplivingum hansara. Ein einføld gjøgnumgongd av bíbilskum hendingum, har víst verður til skriftstøð og egnar upplivingar sum hann hevur havt, tá hann hevur biðji fyri menniskjum í tænastu síni innan felagsskapin Evangelist, sum er hansara egni missiónsfelagsskapur.
Kraft Guds í verki
Endamálið við »Evangelist« er at halda krossferðir eftir sama leisti sum í t.d. teim afrikansku londunum, har sjúk verða grødd, bundin verða loyst og menniskju koma til trúgv. Hetta hoyrir ein ofta um í útlondum, men nú er tíðin komin til at tað sama skal henda á okkara leiðum.
Á komandi krossferðini, sum fleiri lokalar samkomur eru saman um, kunnu vit vænta okkum bæði grøðingar og útfrían, lovar Christian Hedegaard. Ikki tí at hann hevur serligar gávur, men tí kraft Guds virkar.
Í Afrika síggja vit, hvussu menniskju, sum eru bundin av illum andum, verða loyst. Tað sær nakað ógvusligt út, tá teir illu andarnir rópa og skríggja. Men hetta er ein partur av evangeliinum. Tá Jesus sendi út teir tólv lærisveinarnar, bað Hann teir um at reka út illar andar. Tað var heilt náttúrligt tá, men í okkara rationella heimi, hava vit gjørt tað til nakað undarligt. Tey flestu trúgva ikki, at illir andar eru til. Júst tí eru tað mong menniskju, sum eru sjúk, bæði likamliga og sálarliga, sigur Christian Hedegaard.
Christian Hedegaard heitir á øll um at lesa bókina, innan krossferðin byrjar. Í bókini liggur ein innbjóðing til møtini, har nøvnini á teimum ymisku talarunum standa og har skráin fyri krossferðina er uppsett. Tað verður nevniliga ikki bert Christian Hedegaard, ið fer at tala, men eini 6 aðrir kendir persónar. Nevnast kunnu nøvn sum David Hansen úr Aalborg, Jens Garnfeldt úr Keypmannahavn og Enevald Flåten úr Bergen. Á innbjóðingarseðlinum standa eisini nøvnini á teimum seks samkomunum, sum standa saman um vitjan Christian Hedegaards.