Bók um Loranstøðina við Eggjarnar

Erilg Poulsen hevur givið út bók um Loranstøðina við Eggjarnar

? Bókin er skrivað, so at komandi ættarlið skulu hava eina hóming av tí, ið er budnið at hesi støð, sigur Erling Poulsen.
Hann heldur, at tað er í tøkum tíma at festa orð á blað um hesa støð, nú 60 ár eru farin, síðani hon varð bygd. Bara tríggir eru eftir á lívi av teimum, sum høvdu vakt á støðini.

Loranstøðin varð bygd í 1943. Tá vóru trongar umstøður í Vági, arbeiðsloysi var, og tað nógva arbeiði, sum hevði verið undan krígnum at turka tann nógva fiskin, sum kom upp á land í Vági, var nú burturi.

Skúlin stóð í gerð tá, og var tað arbeiðið býtt soleiðis sundur, at helvtin av arbeiðsmonnunum arbeiddi í 14 dagar og hevði so frí í aðrar 14 dagar, meðan hin helvtin so var til arbeiðis.

? Hetta var gjørt fyri at so nógv fólk sum gjørligt skuldi sleppa til arbeiðis, sigur Erling Poulsen.

Tað vóru tí góð tíðindi at frætta, at onglendingar skuldu fara at byggja eina støð uppi við Eggjarnar, tí teir skuldu brúka nógv fólk.

Erling Poulsen vísir í bókini á, at vágbingar altíð hava rópt staðið Eggjarnar og skiltu ímillum Ovaru Eggjar, Flateggjar og Niðaru Eggjar. Onglendingarnir róptu loranstøðina Skúvanes.
? Gudarnir skulu vita, hvaðani teir hava hetta navnið, tí talumál hevur tað ongantíð verið í Vági. Ein gjógv er, ið rópt verður Skúvisgjóg. Ilt er at siga, um onglendingar hava fingið hugskot til navnið haðani, men sum áður nevnt, í Vági visti eingin um navnið Skúvanes, sigur Erling Poulsen.
Arbeiðið upp á Loranstøðina byrjaði í juni mánaði í 1943. Eyðsýnt var, at arbeiðið hevði skund, og tí varð nógv fólk biðið um at koma til arbeiðis.
Teir byrjaðu við vegagerðini niðan á Flateggjar. Samstundis sum vegarbeiðið varð gjørt, varð farið undir at grava út fyri grundum til trý hús uppi við Eggjarnar.
? Men tað var torført at fáa byggitilfari niðan hagar, tá ið eingin vegur var. Men tað bleiv bæði borið og reitt niðan, sigur Erling Poulsen.
Tey rossini, sum vóru í Vági og Porkeri, vórðu sett til at reiða skerv og sement niðan. Eisini vórðu menn settir at bera skerv, og tað bleiv borið í posum á bakinum.
Erling Poulsen sigur, at tað mundu vera ein 40-50 pund í hvørjum posanum.

? Tú fór til arbeiðis kl 8 Inni á Bakka við tí fyrsta posanum, og tú gjørdi tvær gongur til døgurða kl 12. Frá 13 ? 17 aftur tvær gongur, so tað blivu fýra fyri dagin. Ikki nógv heldur onkur, men menninir vóru nógvir í tali, so tað bleiv nakað tilsamans. Tað, rossini reiddu niðan, munaði so væl, sigur Erling Poulsen.

Í bókin greiðir Erling Poulsen frá um sjálva byggingina av støðini, eisini greiðir hann frá um loranskipanina og um men og kvinnur, ið hava starvast á Loranstøðini. Eitt kapittul í bókini eru um vágsgentur, sum giftust eingilskum hermonnum.
Loranstøðin steðgaði og helt uppat at senda um árslok í 1977.