Bók um lærararlív

Tankar og ímyndir hjá norðurlendskum læraralesandi um lívið sum lærari er evnið í bókini Læraralív, sum júst er komin út á føroyskum.


Bókin hevur støði í kanning av, hvat læraralesandi í Íslandi, Føroyum, Noregi og Svøríki síggja sum trupulleikar í læararstarvinum.Tað er Pauli Nielsen, fyrrverandi rektari, sum hevur týtt bókina til føroyskt. Hartil hevur hann skrivað grein, har hann hugleiðir um tilfarið í bókini. Umframt Paula Nielsen hava fýra aðrir norðurlendskir serfrøðingar innan námsfrøði givið íkast til bókina, sum tey vóna, kann verað íblástur til eitt mennandi kjak um almenna skúlaverkið.