útgáva
Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið eina nýggja upplýsandi og áhugaverda bók út um mannakroppin. Tað serliga við hesari útgávuni er, at hon er á tremur við frálíkum og frágreiðandi fotomyndum, ið serfrøðingar hava tikið. Harumframt eru glærur at venda, so til ber hjá lesaranum at síggja, hvat ið er innan í høvdinum, hví hjartað slær, hvagar maturin fer, og hvussu armar og bein røra seg.
Læknaligir serfrøðingar hava skrivað tekstin, ið er greiður og lættur at lesa, eisini hjá børnum og ungum. Tí er bókin væl hóskandi sum lærubók í fólkaskúlanum, men eisini sum handbók hjá teimum, ið ynskja at kunna seg um mannakroppin, og hvussu hann ber seg at. Jákup Eyðun Joensen og Jákup í Skemmuni hava týtt tekstin úr enskum. Aftast í bókini eru leitorð.
Mannakroppurin er 38 síður og kostar 138,00 kr.