Hon svíkir sínar fjepparar og lýgir fyri teimum, sigur ein talkshowvertur, ið hevur skrivað eina bók um Oprah Winfrey. Hetta skrivar dr.dk.
Í bókini varð hon kallað skápslesbisk, og tað er skrivað, at hon bara livir saman við sjeikinum hjá sær fyri at krógva, at hon í veruleikanum er samkynd.
Oprah hevur áður sagt, at hon hevur verið fyri kynsligum ágangi sum barn, men rithøvundurin, Kitty Kelly, sigur, at hetta passar als ikki.
Bókin er grundað á samrøður við familju og onnur, ið kenna hana. Sambært skyldfólk hevur Oprah starvast sum gleðisgenta. Skyldfólk meta eisini, at sjeikurin, Timm Watts, fær pengar fyri ikki at siga, at hon er lesbisk.










