Mikudagin kemur út bókin ?Fiskadukkur og Tussafiskar? um listakvinnuna Astrid Andreasen. Tað er danska listakvinnan og listaformidlarin, Trine Rytter Andersen, sum hevur skrivað bókina um føroyska multitalentið Astrid Andreasen.
Bókin verður alment løgd fram á framsýning við vísindaligum fiskatekningum hjá Astrid í Norðurlandahúsinum mikudagin kl. 17.
Á framsýningini eru umleið 90 tekningar av fiskum, sum upprunaliga vórðu teknaðar til bókina Fiskar undir Føroyum eftir Rógva Mouritsen.
Astrid hevur teknað so leingi hon kann minnast, og tekning er eisini meginstøði undir hennara listaliga arbeiði. Hon hevur teknað til barnabøkur, gjørt plakatir og teknað til frímerkir. Hennara strikur eru vælkendar, og plakatina við stavraðnum kenna allir føroyskir skúlanæmingar. Eisini er Astrid kend sum ein sera dugnaligur vísindaligur teknari við føstum knýti at Náttúrugripasavninum nú í mong ár.
Tað er Forlagið í Støplum og Norðurlandahúsið, sum standa fyri útgávuni av bókini, ið fæst bæði á føroyskum og donskum.