Axel Tórgarð, sum hevur týtt leikin til føroyskt, sigur, at tað var í 1964, 400 ár eftir at William Shakespeare var borin í heim, at Útvarpið heitti á hann um at týða onkran av leikum hansara til hoyrispæl. Tá var útvarpið ein livandi mentanarstovnur, sum gekk á odda fyri at fáa klassikarnar fluttar yvir til føroyskt, og nýtti Axel hetta høvi til at týða henda sjónleik
Hetta er ein leikur um tann mæta politikaran, sum er komin upp á hægsta tind, men so verður feldur av sínum egnu. Hóast hann letur lív, so ávirkar hansara persónmenska allar hinar, og tá leikur er lokin, eru tað hansara sjónarmið, sum hava vunnið.
Sjónleikurin er fleiri ferðir spældur í útvarpinum, og hildið var, at tað var hóskiligt at fáa hann út í bók, meðan Axel enn var førur fyri at hava eftirlit við útgávuni. Hetta var tó ikki sum at siga tað, tí tað vísti seg, at fjórði partur av leikritinum var horvin. Axel noyddist tí at skriva hetta av eftir bandinum í útvarpinum, men her eins og í øllum handritinum vísti tað seg at vera neyðugt at gera nógvar ábøtur.
Nú er henda týðing komin út í bók, er tí mangt øðrvísi enn í tí hoyrispæli, sum sent hevur verið í útvarpinum, men serliga ber til hjá lesarunum at samanbera og gera av, hvørt Shakespeare er betri á palli enn í bók. Hetta er ein spurningur, sum vísindamenn mangan hava verið ósamdir um, men nú kunnu føroyingar eisini taka lut í hesum orðaskifti.
Kápan er myndskrýdd av Hansi Tórgarð, hon er heft og síðutalið er 125. Kostnaður er 100 kr.