Bíðitíðin verður í ringasta føri eitt ár

- Við nýggju upptøkureglunum, ið verða galdandi á barnaansingarøkinum í Tórshavnar kommunu - um tær verða samtyktar, slepst í framtíðini undan óvissuni um, nær barnið fær pláss. Foreldur fáa greið boð um, nær barn teirra í seinasta lagi hevur eitt ansingarpláss.

Arbeiðsbólkurin, ið varð settur at viðgera og gera uppskot til nýggjar upptøkureglur til dagansingarstovnarnar og dagrøktina í kommununi, er nú liðugur við arbeiðið. Eitt uppskot til nýggjar upptøkureglur varð lagt fyri næst seinasta býráðsfund, men býráðslimir søgdu, at uppskotið var ikki búgvið til støðutakan.

Tað er tað nú, men tey fýra fólkini, ið hava gjørt uppskotið, eru ikki samd. Tað, sum skilir tey, er skipanin við at hava fleiri bíðilistar. Ein minniluti, ið er Heðin Mortensen, tekur undir við uppskotinum, men so leingi tørvurin á ansingarplássum í kommununi ikki er nøktaður, tekur hann ikki undir við økisuppbýtinum. Borgarin verður eftir hesi skipan fyri vanbýti, og mælir hann tí til, at samlaði bíðilistin er tann, sum er galdandi í løtuni.

Ein meirluti, Katrin Dahl, Katrin Holm og Eyðun Jensen, eru samd um at býta býin í fýra øki. Umsøkjarar til ansingarpláss skulu fáa skrivlig boð um, hvat nummar barnið er á samlaða bíðilistanum, og samstundis, hvat nummar barnið er á økisbíðilistanum. Eisini skulu umsøkjarar hava ein faldara við praktiskum upplýsingum millum annað um, hvørjir stovnar eru í økinum.


Dagrøktin brúkt til at javna út

Av tí, at barnatalið í teimum ymsu økjunum støðugt kann broytast, verður mælt til, at økini javnan verða endurskoðað, og at dagrøktarplássini í stóran mun verða brúkt til at javna út møguligan ójavna.

Í uppskotinum til upptøkureglur stendur, at tá pláss er tøkt skal fyrsta barnið á bíðilistanum í økinum fáa tilboð. Tó er neyðugt, at aldursbýtið verður lagað til stovnin. Um pláss er tøkt í einum øki, men eingin umsøkjari er í økinum ella tekur av tilboðnum, fær barnið, sum er fremst á samlaða bíðilistanum tilboðið, hóast tað býr í einum øðrum øki.

Við økisuppbýtinum verður lættari at leggja framtíðarætlanir fyri møguligari útbygging á barnagarðsøkinum, metir meirlutin í arbeiðsbólkinum.

Øki eitt umfatar Vesturbýin og Argir. Í økinum eru fýra stovnar og 29 dagrøktarmammur. Øki tvey umfatar miðbýin og økið vestan fyri Sundsvegin. Í økinum eru fimm stovnar og 8 dagrøktarmammur.

Øki trý umfatar Eysturbýin og økið eystan fyri Sundsvegin til Hoydalsá. Í økinum eru fýra stovnar og 12 dagrøktarmammur. Øki 4 umfatar Hoyvík, Hvítanes og Kaldbak. Í økinum eru fýra stovnar og 12 dagrøktarmammur.

Umframt eru útibarnagarðurin Spírin og frítíðarstovnan í KFUM.


84,3% hava tilboð

Sambært upplýsingum frá Fólkayvirlitinum eru á leið 520 børn í eitt og tvey ára aldri. Helmingurin av hesum børnum hevur møguleika at fáa vøggustovupláss, meðan hin helvtin fær tilboð um dagrøktarpláss.

Í kommununi eru tilsamans 1607 børn í aldrinum eitt til og við seks ár. Av teimum eru 117 ikki á bíðilista. Tá ið útbyggingarnar í kommununi eru lidnar hava 84,3% av øllum børnum í kommununi í aldrinum 1 til 6 ár ansingartilboð. Sostatt er bíðilistin tá 145 børn. Á hvørjum ári fara 240 børn úr skipanini. Bíðitíðin, eftir at barnið er fylt eitt ár, verður upp til 9 mánaðir, í ringasta føri eitt ár.


Fáa altíð greið boð

Nýtt telduforrit verður gjørt til Dagstovnaskrivstovuna, sum gevur møguleika fyri til eina og hvørja tíð at kunna fáa upplýsingar um aktuella bíðilistan, hvørji børn eru á teimum ymisku stovnunum, og nær pláss eru tøk. Tá verður møguligt at geva umsøkjarum greið boð um, nær barn teirra í seinasta lagi hevur eitt ansingarpláss.

Arbeiðsbólkurin er samdur um, at tilflytarar ikki fara at hava møguleika at koma á bíðilista, áðrenn flutt verður til kommununa. Foreldur fáa hinvegin møguleika at biða um farloyvi fyri barn á bíðilista, um flutt verður úr kommununi í avmarkaða tíð.

Vanligt er, at foreldur, sum fáa børn teirra í kommunalu dagrøktina, ynskja, at barnið verður standandi til barnagarðspláss. Tað fara tey eisini at hava í framtíðini. Men fyri at sleppa undan ov stórari útskiftan og betri trivnaði verður mælt til, at børn sum hava dagrøktarpláss, ikki fáa annað ansingartilboð fyrr enn í fyrsta lagi, tá ið tey koma í barnagarðsaldur.

Uppskotið til nýggjar upptøkureglur, ið er í 13 punktum, snýr seg um nógv viðurskifti, líka frá økisbýti og uppskriving til upptøku og kærunevnd og børn við serligum tørvi, ið eins og framman undan hava framíhjárætt.