Parkinsonfelagið fegnast um, at allir parkinsonsjúklingar eru til kontroll minst eina ferð um árið og í serligum førum tvær ferðir.
Í 2015 vísti Parkinsonfelagið á, at bíðitíðin til nevrologiska viðgerð var í minsta lagi 24 mánaðir. Leiðslan á Landssjúrkahúsnum og Heilsumálaráðið settu tá tiltøk í verk fyri at stytta bíðilistarnar, og í vikuni kundi felagið staðfesta, at bíðitíðin nú er stytt niður í átta mánaðir fyri nýggjar sjúklingar. Sjúklingar sum eru í viðgerð fáa kontroll eina ferð um árið, og í serligum førum tvær ferðir um árið.
Parkinsonfelagið vísir tó á, at enn er nakað á mál, tí serkøn viðmæli eru, at fyri at vera í góðari og optimalari viðgerð fyri Parkinsonsjúku, sum er tilrættaløgd til tann einstaka, so gongur man til viðtalu hjá neurologi 2-3 ferð um árið - ella meira.
- Royndir vísa at fólk við vælviðgjørdari Parkinson og sum fáa góða vegleiðing, hava tað betur og klára seg betur. Tey eru longur aktiv á arbeiðsmarknaðinum, eru longri í egnum heimi uttan hjálp og klára seg betur í samfelagnum sum heild, skrivar Parkinsonfelagið.
Forsetin í Evropeiska samstarvsfelagsskapinum fyri Parkinson feløg EPDA, Knut-Johan Onarheim, segði í seinastu frágreiðing síni um støðuna hjá fólki við Parkinson í Evropa:
- Í 2017 kunnu vit staðfesta at 200 ár eru liðin síðan at sjúkan varð fyrstuferð staðfest og navngivin. Og hóast hetta er long tíð hava vit enn ikki funnið nakran lekidóm. Støðan er álvarslig, tí ikki einans er eingin leking fyri Parkinson, men eisini eru nógvir trupulleikar í samband við at fáa eina greiða diagnosu, at koma í viðger, og at fáa røttu umsorganina. Almenningurin kennir lítið og einkið til sjúkuna og sera stórur tørvur er á kunning. Fólk við Parkinson hava sera trupult við at fáa atgongd til røttu viðgerina og til serlæknar sum hava servitan um Parkinson….. (Les meira her)