Michael Heidenheim, serlækni í húðsjúkum, hevur virkað sum ráðgevi á Landssjúkrahúsinum í eitt ár. Í dagliga arbeiði sínum er hann deildarlækni á Bispebjerg sjúkrahúsinum, sum serliga tekur sær av sjúklingar við húðsjúkum.
? Tá eg fekk í boði at fara til Føroya at arbeiða, var tað spennandi at royna, hóast eg ikki hevði ætlað, at tað skuldi vera ein so reglulig skipan, sum hon nú er vorði ntil, sigur Michael Heidenheim.
? Tað er ógvuliga læruríkt at hava so nógvar ymiskar uppgávur og ábyrgd, uttan tó at hava tey hjálpitól til at taka, sum eru í Danmark.
Samskiftir um Internetið
Umstøðurnar eru kortini góðar á Landssjúkrahúsinum, og møguleikar at bøta um frástøðuna, við samskifta millum londini bæði, um Internetið.Michael Heidenheim tekur t.d. sonevndar mikromyndir av húðsjúkum við digitalfototóli, og um Internetið flytir hann myndirnar til Danmarkar, har hann hevur møguleika at tosa við aðrar serkønar, og meta um sjúku, viðgerð o.a..
Nógv hava eksem í Føroyum
Serliga nógv fólk í Føroyum hava eksem o.a. húðsjúkur, og bíðitín at sleppa til húðlæknan er hálvt ár.
Nú verður starvstíðin hjá Michael Heidenheim í Føroyum longd við tveimum døgum um mánaðin, og tí metir læknin, at bíðitíðin fer niður eina helvt.
? Við at leingja arbeiðstíðina hjá mær á Landssjúkrahúsinum, merkir tað m.a. at nú verða stundir at veita sjúklingum bráðfeingis hjálp í vanligari arbeistíð, og at eg ikki skal arbeiða til seint út á kvøldið, tá eg eri í Føroyum, sigur Michael Heidenheim.
Umframt leingjan av arbeiðstíðini, verður um nakrar mánaðir eisini gjørlig at veita sjúklingum serliga ljóðviðgerð, sum hevur góða ávirkan á eksem og aðrar húðsjúkur.
Higartil hava sjúklingar verið sendir til Danmarkar í ljósviðgerð.
Ljóðviðgerð í næstum
Tólið, sum líkist teimum á sólmiðstøðunum, er bílagt, og verður tikið í nýtslu móti vári.
Treytin fyri at veita ljósviðgerð er, at sjúklingur samstundis fær ávísar tablettir frá húðlæknanum.
Umleið 30 pst. av sjúklingunum hava gagn av av ljóðviðgerðini, sum verður givin tríggjar ferðir um vikuna í fýra - seks vikur. Í byrjanini bert í nøkur sekund, men síðan veksur viðgerðartíðin til umleið 10 minuttir.
Sjúklingar kunnu fáa hesa viðgerð tvær ferður árliga, men tey flestu hava bert brúk fyri einari viðgerð árliga.
Serliga nógv fólk hava psoriasis. Smábørn og børn hava flest atopiskt eksem ella astmaeksem. Hvussu nógv hava slíkar sjúkur í Føroyum, veit Michael Heidenheim ikki.
Fyri at vísa á, hvussu vanigar eksemsjúkur eru, sigur Michael Heidenheim, at 12 pst. av fólkinum í heiminum hava atopisk eksem, og at kanningar vísa, at ídnaðarlondini eru á odda.
Áður varð hildið at dálking var einamest orsøkin til eksemsjúkur, men í londum har dálkingin er serliga stór, eru eksem- og aðrar húðsjúkur ikki størri enn í ídnaðarlondunum.
Serlæknin heldur, at eksemsjúkur í Føroyum eru drúgvari enn t.d. í Danmark, og at tað møguliga er orsakað av slavna veðurlagnum.
Føroyingar meira plágaðir enn danir
Haraftrat eru føroyskir húðsjúklingar nógv verri fyri av sjúkunum enn danir, sigur Michael Heidenheim.
Umframt at hava viðtalu, fer serkøni húðlæknin at arbeiða á Landssjúkrahúsinum ein dag um vikuna.
Spurdur hvørjar húðsjúkur eru mest vanligar í Føroyum, sigur Michael Heidenheimer, at t.d. hava nógv psoreasis, og hóast sjúkan ikki kann lekjast, er møguleiki fyri viðgerð, sum kann bøta um hjá sjúklingunum, m.a. við ljósviðgerð, sum vónandi verður farið undir í Føroyum í mái mánaða.