Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Hetta sigur hann, eftir at koyrilærarar hava verið frammi og víst á trupulleikarnar við, at næmingar, sum hava staðið teoriroynd, kunnu koma at bíða í hálvantriðja mánað, áðrenn teir sleppa upp í koyring.
Koyrilærarar rópa nú varskó, tí sparingarnar á Akstovuni nú eru farnar ganga út yvir avgreiðsluna av nýggjum koyrikortum.
Bara tann eini próvdómarin er eftir, og av tí at hann skal røkja royndirnar kring alt landið, elvir tað til eina langa bíðirøð, so koyrilærarar ikki fáa endaliga avgreitt sínar næmingar.
- Tað er ikki rímiligt. Arbeitt verður við eini loysn, soleiðis at tíðin millum teori og koyriroynd verður stytt niður í í mesta lagi fýra vikur, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at størsti trupulleikin er, at tað eru fá í Føroyum, sum hava útbúgving til at kunna virka sum próvdómari. Hann væntar tó ikki, at tey fara uttanlands at leita eftir nýggjum próvdómara.
Hoyr alla samrøðuna við Kára P. Højgaard niðanfyri.