Í dag klokkan 15:00 byrjar eitt nýtt kappingarár í Premier League. Eitt summar uttan eitt EM ella HM endaspæl er komið at enda.
Tað hava verið nógvar gitingar um hvussu tey ymisku liðini fara at klára seg. Nú kemur fyrsta veruliga ábendingin um hvussu liðini eru fyri.
Seks dystir verða í dag. Sjeyndi dysturin, sum eftir ætlan eisini skuldi verið spældur í dag, millum Tottenham og Everton, er útsettur vegna ófrið í London.
Premier League dystir um vikuskiftið:
Leygardagin 13/8:
Blackburn  Wolverhampton (15:00)
Fulham  Aston Villa (15:00)
Liverpool  Sunderland (15:00)
Queens Park Rangers  Bolton (15:00)
Tottenham  Everton (15:00)
Wigan  Norwich (15:00)
Newcastle  Arsenal (17:30)
Sunnudagin 14/8:
Stoke  Chelsea (13:30)
West Bromwich Albion  Manchester United (16:00)
Mánadagin 15/8:
Manchester City  Swansea (20:00)










