Klaksvík: Teir standa so ídnir og arbeiða uttandura henda kalda januardagin.
Kuldin bítur og ein krevur heit klæði fyri bara at halda kropshitan.
Men hesir dugnaligu handverkararnir her uppi í Helnabrekku sansa neyvan kuldan og ælingin ella umboðið fyri tíðindatænastuna.
Hjá teimum er bert eitt í huganum: at fáa hesi fyrstu raðhúsini liðug til tíðina.
Teir fyrstu keypararnir bíða við spenningi eftir degnum, nær tey kunnu flyta inn higar.
Og tað verður ikki so leingi aftrat. Um fáar vikur skal nevniliga arbeiðið við hesum fyrstu íbúðarblokkunum verða liðugt.
Stórur eftirspurningur
Skal ein ganga út frá eftirspurninginum og undirtøkuni fyri hesi serstøku raðhúsini í Klaksvík, so verða hesi neyvan tey seinastu í røðini.
Ætlanin er at byggja enn fleiri, á økinum sum liggur beint sunnanfyri hesar fyrstu blokkarnar.
Eftirspurningurin hevur verið sera stórur, sigur Jan Nielsen, sum er ein av monnunum aftanfyri Domus-ætlanina.
Fólk hava víst hesum íbúðunum stóran ans og áhuga. Og tey venda sær í heilum til okkum við ymiskum fyrispurningum.
Ein høvuðsorsøk til stóra áhugan er í hvussu so er hon, at hesar íbúðirnar eru bygdar á ein øðrvísi hátt enn aðrar.
Uttan iva hevur vakra útsýnið yvir Klaksvík, víkina, fjørðin og grannaoyggjarnar eitt stórt orð at siga hjá fólki.
Tríggjar støddir
Í hvørjum byggistigi eru íalt níggju íbúðir.
Seinast vit frættu vóru tær allar farnar. Tá var spurningurin um søluni av teirri einu.
Íbúðirnar eru í trimum ymiskum støddum og prísum sjálvandi.
Seks teirra eru 61 fermetrar og tvær eru uppá 78 fermetrar, meðan tann størsta er uppá 108 fermetrar.