Báðir partar liva í vónini

Bæði í Víkingi og NSÍ verður framvegis roknað við FM møguleikanum

Stigatalvan sigur, at dagsskráin í Sarpugerði seinnapartin í fyrstu atløgu snýr seg um silvurkrónurnar.

-Vit kunnu einki gera við KÍ, men vit hava ikki avskrivað okkum sjálvar. FM møguleikin er treytaður av, at tað kiksar hjá klaksvíkingum, og hann er treytaður av, at vit syrgja fyri okkara úrslitum, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber.

 

 

Tað var í stevnudystinum við Løkin átjanda juni, at gongdin koppaði rætta vegin hjá NSÍ, eftir krepputekin í fleiri vikur. Eftir fyrra hálvleik var 2-0 til Víking, men so svaraði NSÍ aftur við at skora fýra mál, og síðani hava Anders Gerber og hansara menn ikki helmað í, og nú er Víkingur aftur á skránni.

Størsta partin av árinum hevur Andras Frederiksberg verið skaddur. Nú er hann tøkur aftur. Magnus H. Olsen og Jónleif Højgaard eru skaðadarvaðir.

 

 

Í Víkingi eru allir spælararnir tøkir uttan Finnur Justinussen, sum bæði varð skiftur inn og út aftur síðsta sunnudag ímóti KÍ. Hann verður ikki við aftur í ár.

-Vit iðra okkum eftir tapið ímóti KÍ, tí tá gekk tað leingi eftir okkara fyritreytum, og nú er tað ikki upp til okkara av gera av, um vit skulu vinna FM. Men vit reisa okkum eftir vónbrotið og spæla fyri okkara møguleika, og hann er eisini treytaður av, hvussu tað gongur ímóti NSÍ, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze.