Mikukvøldið vann B68 3-1 á heimavølli ímóti ÍF. Um somu tíð var Víkingur í grannalagnum, har tað í Runavík endaði 1-1.
Fyrsta bríksl á Svangaskarði verður klokkan 16, og B68 er í nett somu útgávu í dag, sum toftamenn vóru í mikukvøldið.
Hóast tað er stutt millum dystirnar, so eru veteranarnir hjá Víkingi drúgvir. Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen eru aftur í dag á vøllinum frá fyrsta bríksli og saman við nógvum ungum monnum.
Einasta broytingin á liðnum hjá Víkingi sammett við mikukvøldið er, at Olaf Bárðarson í dag er á beinkinum. Í hansara stað er Ingi Jonhardsson á vøllinum frá fyrsta bríksli.










