Í kvøld lenda føroysku U21 HM-hetjurnar, og teir verða stórliga fagnaðir av familju, vinum og næstringum í kvøld.
Í annaðkvøld millum klokkan 22.30 og 23 verða teir fagnaðir av einari stórari mannfjøld í Vágsbotni. Áðrenn tað verður ein resepsjón fyri hópinum í Miðlahúsinum.
Nógvar søguligar myndir eru tiknar á tí søguligu HM-ferðini hjá føroyska U21-landsliðnum í Algeria.
Ein tann besta myndin er ein mynd, sum Anna Dam frá hondbóltssambandinum hevur tikið. Myndin vísir hvussu arbeiðsumstøðurnar hjá Tróndi Arge hjá Rás2 sóu út í La Cappole høllini í Algeria.
Á myndini sæst Tróndur gera eina samrøðu við Jónas G. Djurhuus, meðan Kjartan Johansen og Pætur Thomsen bíða eftir tørni at verða interviewaðir av Tróndi, sum er abbasonur frásøgulegendina, Niels Juel, sonur frásøgulegenduna, Magna og bróðirsonur frásøgulegenduna, Jógvan Arge.
Føroyskur ítróttur hevur upplivað tvey søgulig endaspøl í hesum árinum. Í mai tók føroyska U17 landsliðið í fótbólti lut í EM-endaspælinum í Kroatia, og so hevur U21-landsliðið í hondbólti tikið lut í HM-endaspælinum í Algeria.
Tróndur Arge var til bæði hesi endaspølini, og hevur harvið skrivað føroyska útvarpssøgu, sum frásøgumaður til tvey endaspøl við føroyskum landsliðum.