Bíðilistin til vardar bústaðir nærum tvífaldaður upp á tvey ár

Fleiri enn 150 fólk við serligum tørvi standa á bíðilista til bústað frá Almennaverkinum í løtuni - og tað sær út til, at tað bara legst aftrat langa listanum

Um tú hevur serligar likamligar, sálarligar ella sosialar avbjóðingar og tørvar bústað, eru góð ráð dýr. Bíðilistin til vardan bústað er nevniliga metlangur í ár, og tí mást tú bara finna teg í at vera í bíðistøðu, sum kann vera upp til fleiri ár.

Í løtuni standa 152 fólk á bíðilista til vardan bústað í Føroyum, vísa tøl frá Almanneverkinum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Hetta er næstan tvífalt so nógv samanborið við hesa tíðina (3. kvartal) fyri tveimum árum síðani - tá stóðu 84 á bíðilistanum. Síðan fyrst í 2017 er talið av fólki á bíðilista næstan bara verið vaksandi fyri hvørt kvartal, vísa tølini frá Almannaverkinum.

22 av teimum 152 fólkunum á núverandi bíðilista eru í skipanini og hava búpláss frammanundan, men skulu flytast, millum annað tí núverandi búpláss ikki er nøktandi. Hini 130 eru í løtuni uttan fyri skipanina.

Tað eru serliga tveir høvuðsbólkar, sum dominera bíðilistan. Nógv hin størsti parturin eru fólk við menningartarni og sálarsjúku. 56 á bíðilistanum hava menningartarn, Down syndrom ella fjølbrek, og 52 hava okkurt slag av sálarheilsuligum avbjóðingum. Aftrat hesum eru 35, sum hava antin Aspergers syndrom ella autismu, og so eru tað níggju fólk við seinheilaskaða.

Um varda bústaðin
Endamálið við varda bústaðnum er at skapa eitt heim, har borgarin við neyðugari hjálp og stuðli kann búleikast og liva eitt fyri hann sjálvstøðugt, støðugt, innihaldsríkt og virkið lív. Soleiðis lýsir Almannamálaráðið hetta slagið av bústaði.

Vardir bústaðir eru at meta sum bústaðir, sum er heim borgarans ein stóran part av lívinum. Orsøkin til, at heitið longur varandi bústaður verður nýtt, er, at persónar á vardum bústaði, kunnu, eins og onnur fólk, fáa ein so mikið stóran tørv, at hesin ikki longur er hóskiligur, og tørvur verður á at flyta til annan meira hóskiligan bústað, ið t.d. er útgjørdur at veita neyðuga røkt.

Vardir bústaðir, ið eru meira varandi bútilboð verða skipaði við heimild í § 32 í forsorgarlógini og kunnu skipast sum búfelagsskapir, sambýli og røktarbústaðir.

 

Bíðilistin
til vardan bústað hjá Almennaverkinum síðan 2017 (býtt á kvartal): 
1. kvt 2017                   81
2. kvt 2017                   82
3. kvt 2017                   84
4. kvt 2017                   104
1. kvt 2018                   108
2. kvt 2018                   124
3. kvt 2018                   124
4. kvt 2018                   139
1. kvt 2019                   151
2. kvt 2019                   150 Í summar:                  152
Nýgjastu
tølini býtt á diagnosur: 
Menningartarn, Down syndrom, fjølbrek:                            56
Sálarsjúka, ADHD, umsorganrasvík, tilknýtistrupulleikar:            52
Autisma, Asperger:                                              35
Seinheilaskaði: 9