Bæði veiða og veiðivirði eru minkað

Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðnum frá januar til september í 2008 lækkað við umleið 14%, samstundis sum samlaða veiðivirðið er lækkað við útvið 23%

Fiskifloti

 

Rasmussen & Weihe hava aftur gjørt eina roknskapargreining av fiskiskipaflotanum. Flestu fiskiskip, sum eru omanfyri 110 tons (línuskip og onnur) eru við eins og skip, sum hava eina maskinorku, ið er yvir 400 HK (trolarar). Henda flokking svarar til flokkingina av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Fyrsta greiningin hjá felagnum av hesum slagi var fyri árið 2003, og í greiningini hesaferð eru samanburðir við undanfarin ár.

Grundarlagið undir greiningini er í fyrsta lagi almennu roknskapirnir hjá teimum feløgum, ið eiga skipini, og harumframt hevur grannskoðarafelagið útvegað sær upplýsingar um nettosølur, veiðinøgd og annað.

Roknskapargreiningin er býtt upp í hesar vinnugreinar 1) Pelagisk vinna, 2) Rækjuvinna, 3) Verksmiðjutrolarar, 4) Partrolarar, 5) Lemmatrolarar, 6) Línuskip, 7) Garnaskip og 8) Onnur skip.

- Vit hava lagt dent á at lýsa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipabólki hesi fimm árini. Fyri at fáa eina heildarmynd av fiskiskipavinnuni, hava vit eisini lagt tølini fyri allar skipabólkar saman, sigur felagið.

 

Egnar niðurstøður

Rasmussen & Weihe siga seg leggja dent á, at roknskapargreiningin skal geva lesarunum møguleika fyri at gera sínar egnu niðurstøður.

- Tilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskir hættir. Vit kunnu staðfesta, at stórar broytingar eru farnar fram hjá fiskiskipaflotanum í tíðini frá 2003 til 2007.

Felagið vísir á, at fiskiflotin sum heild hevði eina afturgongd árini frá 2003 til 2004, men henda afturgongd vendi til framgongd aftur í 2005 og 2006.

Í 2006 er framgongdin stór, men í 2007 gongur aftur niður á bakka.

Greiningin hjá Rasmussen & Weihe fevnir ikki um árið 2008, men felagið vísir á, at ábendingar eru um, at árið í ár verður verri enn í 2007 hjá øllum skipabólkunum tilsamans.

 

Nøgd og virði

Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðnum frá januar til september í 2008 lækkað við umleið 14% samanborið við somu tíð í 2007.

Rasmussen & Weihe vísa á, at í sama tíðarskeiði er samlaða veiðivirðið sambært hagtølunum eisini lækkað við útvið 23%.