Eftir at hava ynskt honum tillukku, spurdu vit um, hvørt tað var nøkur serlig orsøk til, at hann fleiri ferð í ár hevur traðkað til, tá stóru skjúttarnir, Heini og Áki, hava verið tiknir úr spælinum av mótstøðuverjunum.
- Eg bíði til tað verður spennandi, svarar hann aftur við einum smíli. - Nei, tað er meira tað, at tað verður meira opið, tá mansverja verður nýtt, og serliga gevur hetta pláss til meg og Finnur. Í steypafinaluni riggaði hetta tó ikki, men síðani tá hava vit vant miðvíst við hesum trupulleika, og tað hevur so eisini givið úrslit, greiður Áki frá.
22 ár eru nú liðin, síðani Neistin seinast var føroyameistari. Ta ferðina var pápi Áka, Jógvan Martin, á liðnum, og vit spurdu Áka, hvussu tað kendist, nú hann hevði gullmerkini um hálsin.
- Tað er ikki so galið. Áðrenn eg fór út í morgun, segði hann við meg, at nú skuldi eg taka føroyameistaraheitið aftur, og tað eydnaðist so eisini, segði Áki at enda, áðrenn hann setti kósina móti skiftirúminum, har lagið á liðfeløgunum var gott, sum vera man.