Hósdagin kl. 14.00 letur upp nýggjur bóka- og kryddhandil í Niels Finsensgøtu 33 í Havn. Nýggi handilin heldur til í gamlari krambúð, sum hevur staðið órørd síðan hon stongdi í 1942
Longu í 1942 høvdu hjúnini, Johanna og Jóhan Hendrik Rubeksen, handil í hølunum í Niels Finsensgøtu 33. Krambúðin nevndin Kina-Japan, men tá ohanna brádliga doyði, lat handilin aftur.
Bøkur og krydd
Nú krambúðin letur uppaftur, hevur hon broytt navn. Handilin eitur nú Bókabúðin Bjalla - við undirheitinum -krydd og krás. Og navnið á krambúðini kann takast bókstaviliga. Á hillunum eru føroyskar og danskar bøkur. Og bøkur eru sum kunnugt krydd og krás fyri likam og sál.
Men eisini undirheitið krydd og krás kann takast bókstaviliga. Á søluhillunum standa nevniliga eisini orientalskar matvørur. Talan er millum mangt annað um alskins orientalskar kryddvørur, fiskasósir, turkað frukt, mandlur, úrvalsrís o.s.fr. Í fyrsta umfari er serliga talan um teilendskar, indiskar og pakistanskar vørur. Seinni verður úrvalið víðkað til vørur úr mongum londum aftrat.
Lisa Hendriksdóttir, sum rekur handilin, er útbúgvin lærari. Hon hevur starvast sum lærari í 15 ár, bæði í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Hon hevur havt stóran áhuga fyri bókasavnsarbeiði, og tí fellir tað henni náttúrligt at fylla part av krambúðarhillunum við bókum. Kreativa lyndið og hegnið hevur so eisini víst seg í sera spennandi matgerð hennara, og tískil er kombinasjónin av bókum og orientalskum matvørum, hóast óvanlig, í hennara føri heilt náttúrlig.
Øll árini, síðan hon var ung, hevur Lisa Hendriksdóttir fingist við okkurt slag av handli við síðuna av lestri og seinni lærarastarvi. Men við Bókabúðini Bjallu fer Lisa nú undir handilsvirksemi burturav.
Nýggi handilin letur upp hósdagin kl. 14.00. Í hesum sambandi fer Ólavur Rasmussen, prestur og rithøvundur at signera bókina um Kierkegaard, Antin ella. Ólavur Rasmussen signerar millum kl. 15.00 og 16.00 upplatingardagin.
Fólk, sum støkka inn á gólvið hendan dagin, fáa gløgg og kleynur.