Fótbóltur
Eftir 12 umfør av Vodafone-deildini hevur KÍ framvegis ikki vunnið. Og enn sum áður skal B36 leita sær aftur til triðja umfar av kappingini, um teir skulu finna sín seinasta sigur.
Úr KÍ hevur boðskapurin verið, at hesir seinastu tríggir dystirnir undan steðginum skuldu geva sjey stig, og tí var væntandi, at KÍ legði bragdliga fyri mikukvøldið, men dysturin var ikki meira enn byrjaður, áðrenn fyrsti skelkurin kom.
B36 hevði longu hótt málið hjá Jákupi Mikkelsen, áðrenn Magnus Olsen sendi hornaspark innfyri úr høgru. Inni í málteiginum var Brima Koroma nógv hægstur, og so sat bólturin í meskunum til útileiðslu.
Allan er snúningspunktið
Málið gav sjálvandi KÍ ein skelk, og fyrsta korterið eftir hetta høvdu teir ógvuliga trupult við at fóta sær.
Spakuliga fingu teir tó takið á miðvøllinum. Ikki minst takkað verið Allani Joensen, sum stýrdi tí, sum var at stýra av spæli hjá KÍ. Orkan í beinunum er kanska ikki heilt tann sama, sum hon áður hevur veri, og tá hann á tímanum varð skiftur út, var ikki nógv eftir at geva av.
Men fram til tá prógvaði hann so ruddiliga, at skal verandi KÍ-manning fáa tey stigini, sum eru neyðug fyri at yvirliva í deildini, so má hetta henda við einum Allani Joensen rættiliga nær toppinum.
Tá útjavnandi málið kom, var talan tó um mistak. Herbert í Lon Jacobsen gleið, tá hann annars tóktist hava fult tamarhald á bóltinum, og so var Kristoffur Jacobsen skjótur avstað. Klaksvíkingurin streyk oman at baklinjuni, og so kundi Ivan Joensen í tveimum royndum sendi bóltin í meskarnar.
Eftir steðgin gjørdist spælið ikki betur, men frá báðum síðum varð bæði givið og tikið av heilum hjarta. Og hóast tann heilt opni møguleikin ikki kom, so skaptu bæði liðini nógvar vandastøður, har bara seinasti neyvleikin restaði, áðrenn tað av álvara gjørdist heilt vandamikið.
Talan skuldi tó aftur verða um hornasparksstøðu, áðrenn B36 skeyt seg upp á 2-1. Og talan var um eina sanna perlu, tá Róaldur Jacobsen við innarusíðu heilflukraði bóltin í málhornið, tá Magnus Olsen sendi bleytan bólt inn i brotsteigin.
Klaksvíkingar vildu tó ikki niður við nakkanum. Trýstið gav eisini skjótt úrslit, tá Jógvan Isaksen var hægstur eftir hornaspark, og so royndu báðir aftur at trýsta. Næstur við at avgera dystin var Magnus Olsen, tá hann royndi seg úr 20 metrum, men við ytsta pettinum av handskunum kundi ein hálvskaddur Jákup Mikkelsen førka bóltin nakrar sentimetrar, soleiðis at hann tók í sjálva samankomingina heldur enn at detta niður í netið.
KÍ fekk hinvegin ikki skapt sær teir heilt opnu møguleikarnar. Men seinastu løtuna tóktust teir trýsta meira í desperatu royndini eftir sigrinum, sum framvegis noktar at vísa seg.
Glottar
Hóast javnleikurin neyvan kann metast sum eitt nøktandi úrslit hjá nøkrum av pørtunum, so kunnu bæði liðini kortini taka nakrar glottar við sær.
Fyrst og fremst at hugburðurin til dystin var tann rætti, og bara hetta í sjálvum sær kann vera við til at flyta tey fjøll, sum mugu flytast – serliga hjá KÍ.
Og so man tað eisini styrkja moralin hjá Klaksvíkingunum, at teir tvær ferðir megnaðu at koma aftur, hóast mótstøðuliðið hevði lagt seg á odda. Higar til í ár hava ungu klaksvíkingarnir kanska verið dekan ov lættir at knógva á sálarliga økinum, men tí pástandinum mótprógvaðu teir hesaferð.