Seks ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Øll skipini fiska tosk og hýsu, og tey fáa eisini eitt sindur av longu og brosmu.
- Fiskiskapurin hjá ísfiskalínuskipunum er góður, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Nøkur ísfiskalínuskip liggja, men tey fara væntandi út aftur í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap, og eitt er undir Føroyum.
In.fo kann leggja aftrat, at skipini, sum eru á Flemish Kap, eru Klakkur, Kambur, Eivindur og Stapin og frystilínuskipið, sum fiskar undir Føroyum, er Ågot.
Útlitini til útróður í næstu viku eru ivingarsom. Streymurin verður hampiligur, men veðrið verður helst ikki nakað av reyka av.
- Útróðrarbátarnir hava annars góðan fiskiskap, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya í dag.