Ein dani, búsitandi í Nakskov, búði saman við deyðu konu síni í fýra mánaðar. Hon doyði í sofuni stutt áðrenn jól, og har hevur hon ligið líka síðan, skriver Ekstrabladet.
Tað var ein, ið handaði teimum mat, ið hevði fingið illgruna um, at okkurt var á vási.
- Hon liggur og svevur á sofuni, segði maðurin, tá løgreglan kom at kanna málið. Einki bendir á, at talan er um brotsverk, sigur løgreglan. Hetta er eitt syrgiligt dømi um, tá fólk hava ringt við at lata fólk fara. Parið hevði onga familju og livdu einsamøll.










