Bæði sólglottar og regn í væntu

Í dag fer eitt lítið lágtrýst framvið okkum av suðri. Í morgin fer eitt lágtrýst beint vestan fyri Írland spakuliga í ein landnyrðing norðan og fyllist. Týsdagin fer ein lítil hátrýstsryggur framvið av útsynningi og týskvøldið eitt brúgvalav við regni av útsynningi. Mikudagin og hósdagin koma væntandi nýggj brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Seinnapartin lækkar hann vindin í ein sunnan. Ælaveður, men eisini sólglottar. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum seinni hækkar í ein eystan. Yvirhøvur turt og samdrigið. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, um kvøldið og náttina av suðri ella ymsum ættum. Fyrst yvirhøvur turt og sólglottar, seinnapartin skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s, seinni andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Um náttina snarar hann í ein útsynning og makar vindin nkakað. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og regn, men um náttina klárar yvirhøvur í. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina yvirhøvur gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum seinni snarar í ein útsynning og vestan og sum frá líður makar nakað. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í við onkrum ælum. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum seinni lækkar í ein sunnan. Yvirhøvur turt og sólglottar, seinni skýggjað og møguliga sirm ella regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.