Búi og Dánjal fingu Barnabókaheiðursløn

Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs, sum í ár vóru tvær í tali, vórðu latnar Dánjali á Neystabø og Búa Dam fyri ?Ævintýraferðina?.

Í hesum sambandi segði dómsnevndin, at:

?Í ?Ævintýraferðini? hjá barnagóðu sjónleikarunum og tónleikarunum Dánjali á Neystabø og Búa Dam er samanspælið hendinga væl funnið uppá.

Ferð aftan á ferð hava teir við sínum snildu, stuttligu og skemtiligu framførslum rúnarbundið børnini. Børnini lofta eini leikandi orðaflóð, ið myndar einføld rím, søgur og tónleik á høgum stigi.

Tað sermerkta við ?Ævintýraferðini? er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí.

?Ævintýraferðin? er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.?