Bæði lumpaður og revsaður

Ein maður verður nú settur í geglið, tí hann vildi hava bíligt hassj, men umframt at verða revsaður, varð hann eisini lumpaður

At fólk, sum selja hassj og narkotika, er púra óálítandi, mátti ein maður sanna í Føroya Rætti í gjár.

Hann hevði roykt hassj at kalla dagliga, men helt, at tað var ov nógv at betala 200 krónur fyri grammið, sum er prísurin í Føroyum.

Tí hevði hann bílagt sær 160 gramm úr Danmark fyri ein brotpart av tí prísinum.

Men tá ið hann fór á posthúsið eftir pakkanum, vóru bara 95 gramm í.

Hann hevði betalt einum seljara 5.000 krónur fyri ómakin, men hann vildi ikki siga, hvørjum hann hevði keypt frá, ella, hvør hevði fingið pengarnar.

Hinvegin hevði løgreglan fingið snevilin av, hvat fór fram og sostatt varð maðurin handtikin og drigin fyri rættinum.

Umframt at hann hevði fingið 95 gramm, fann løgreglan útav, at hann hevði roynt at smuggla 160-200 gramm av hassji úr Danmark.

Og í rættinum viðgekk maðurin seg sekan í at hava roynt at smuggla 160 gramm av hassji, hóast hann bara hevði fingið 95 gramm.

Hann varð eisini spurdur um, hví hann hevði roynt at smuggla.

Og tann frágreiðingin varð líka logisk, sum hon var greið, tí maðurin dugdi ikki at síggja endamálið í at keypa hassj í Føroyum fyri 200 krónur fyri grammið, tá ið hann kundi fáa tað í Danmark fyri ein brotpart av tí.

Men umframt at verða lumpaður av seljaranum, noyðist hann nú eisini í geglið.

Revsingin fyri at smuggla rúsevnið til Føroyar liggur í nokk so føstum karmum. Fyri at smuggla minni enn 100 gramm av hasji, er dómurin 20 dagar handan rimarnar.

Hesin maðurin varð dømdur at sita í 40 dagar, tí hóast hann bara fekk fatur á 95 grammum, hevði hann roynt at smuggla 160 gramm og tað taldi alt samalt við, tá ið revsingin varð ásett.

Maðurin góðtók dómin á staðnum.