Bæði álitini koma mánadagin

- Tað er ikki rætt, at vinnunevndin ikki hevur fingið fatur á landsstýrisfólkunum, sigur Bjørt Samuelsen.

Í tíðindunum hjá Kringvarpinum á middegi í dag segði Kaj Leo Holm Johannessen, fyrrverandi løgmaður, at vinnunevndin ikki hevur fingið fatur á landsstýrisfólki, men Bjørt Samuelsen, limur í vinnunevndini, sigur við heimasíðuna hjá 14. September í dag, at tað er ikki rætt.

 

– Høgni Hoydal hevur verið óteljandi ferðir í vinnunevndini og Poul Michelsen, sum er burturstaddur í arbeiðsørindum, hevur sent eitt gjøgnumarbeitt upprit, ið júst snýr seg um útlendingar í vinnuni, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Sum skilst á løgtingskvinnuni, viðger skjalið hjá Poul Michelsen løgfrøðiliga pástandirnar um, at millumtjóðasáttmálar verða brotnir við ætlaðu fiskivinnunýskipanini. Talan er um greinina í lógini, sum skal fáa vinnuna á føroyskar hendur og harvið útihýsa útlendskum eigaraskapi.

 

Veruligur ruðuleiki hevur staðist av hesi greinini, eftir at útlenskir politikkarir hava roynt at ávirka viðgerðina av nýskipanini, og hálendski forsætismálaráðharrin sjálvur hevur havt samband við løgmann.

 

Bjørt Samuelsen sigur við heimasíðuna, at samgongan sambært Bjarna Hammer, vinnunevndarformanni, er liðug við sítt álit, og nú hevur andstøðan høvi at skriva sítt, áðrenn álitini bæði skulu leggjast fram á tingfundi mánadagin.