Bæði liðini ætla sær sigurin

Sambært Egil á Bø vil EB/Streymur í steypafinaluna. Tí fara teir eftir einum sigri í kvøld. Liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, sigur at hjá teimum hevur steypakappingin alt at siga, og við tí er lagt upp til spennandi dyst í kvøld

Fótbóltur

 

Skála ætlar sær ein sigur á EB/Streymi í kvøld, eins og teir gjørdu sunnudagin.

– Vónirnar eru rímiliga góðar, og sjálvandi fara vit eftir sigrinum í kvøld, soleiðis at møguleikarnir til seinna dystin eru góðir. Men vit vita hvørjum vit spæla ímóti. EB/Streymur er topplið, so tað verður ikki nemt, sigur Pauli G. Hansen.

Hann vil vera við, at hjá teimum hevur steypakappingin alt at siga.

– Vit blíva ikki nummar eitt í landskappingini, so í ár hevur steypakappingin allan týdning. Tað er har vit skulu gera okkum galdandi, sigur Pauli G. Hansen.

Til uppgávuna hevur Skála somu menn tøkar, sum til dystin sunnudagin. Poul Narvi Poulsen hevur trupulleikar við baklærinum. Annars eru allir mans tøkir.

EB/Streymur hevur uttan undantak allar mans tøkar. Tað sigur Egil á Bø, liðformaður, sum hevur góðar vónir til dystin í kvøld.

– Vit mugu arbeiða hart, stríðast og fáa spæli at koyra. Kanska hevur júst hetta ikki eyðkent EB/Streym í síðstuni, men vit síggja nú, at tað gongur ikki uttan hetta, so tað fara vit at broyta, sigur Egil á Bø, sum er ógvuliga avgjørdur, tá spurt verður um, hvat eitt gott úrslit hjá EB/Streymi er.

– Vit skulu í finaluna! Tí vilja vit eisini vinna dystin í kvøld, fyri at gera uppgávuna lættari á heimavølli. Vit fara ikki inn eftir javnleikinum, sigur Egil á Bø avgjørdur.