Bæði lønir og starvsfólk eru fallin í botn

Lønarútgjaldingarnar hjá teimum størstu framleiðsluvirkjunum í syðru helvt í Suðuroy fullu 76 % upp á tvey ár og starvsfólkatalið fall 81 %

Vinnulív

At vinnan í Suðuroyar syðru helvt hevur verið fyri stórum bakkasti, vita øll.
Kortini eru tað helst tey fægstu, sum veruliga geva sær far um, hvussu stór afturgongdin í veruleikanum hevur verið.
Men ein ein nýggj kanning, sum Vinnuráðið í Vági hevur gjørt, vísir skilliga, hvussu grefflig afturgongdin hjá vinnulívinum í Suðuroyar syðru helvt hevur verið.
Kanningin vísur, at frá 2002 til 2004 fullu lønarútgjaldingarnar hjá 11 teimum størstu framleiðsluvirkjunum í syðru helvt í Suðuroy heili 75,38 %.
Í 2002 rindaðu hesi 11 virkini ikki færri enn 66,2 milliónir krónur út í lønum, men í 2004 vóru lønirnar falnar heilt niður á 16,3 milliónir.
Í hesum sam tíðarskeiði fall starvsfólkatalið heili 80,70%.
Í 2002 arbeiddu tilsamans 373 fólk á hesum 11 virkjunum, men í 2004 vóru bara 72 arbeiðspláss eftir.
Samstundis vísir yvirlitið, at tað er bara eitt tað einasta virki, sum hevur økt starvsfólkatalið í hesum tíðarskeiði. Men tað er eitt av teimum lítlu virkunum, sum hevði átta fólk í starvi í 2002, men hevði eitt fólk fólk afturat í arbeiði í 2004, so at starvsfólkatalið tá var komið upp á níggju.
So tað ger ongan mun í tí stóru heildini.
Leggjast kann afturar, at síðani kanningin varð gjørd, eru onkur virki afturat meststum steðgað, eitt nú Injector Doors, sum stendur skrásett at hava 22 fólk í arbeiði í 2004, men har er næstan ongin eftir.

Vánalig útlit
Og Vinnuráðið metir, at útlitini fyri vinnuni í Suðuroyar syðru helvt, eru ikki góð.
? Í kreppuni í 90-árunum var størsta arbeiðsloysið í landinum júst í Suðuroyar syðru helvt og útlit eru til, at henda støðan nú kann fara at endurtaka seg, og møguliga gerast enn verri enn í 90-árunum.
Hetta byggir Vinnuráðið á, at alivinnan í Suðuroy er munandi skerd og á Lemmavirkinum er virksemið munandi skert. Samstundis eru fiskiførini alsamt færri í tali.
Harafturat eru fiskavirkini sera illa fyri og fleiri eru longu farin av knóranum. Og tá ið alt annað svíkur, verður eisini afturgongd í privatu tænastuvinnuni
? Tað er trupult at siga hvussu nógv størv eru í vanda at fara fyri skeyti í Suðuroyar syðru helvt. Men nevnast kann, at bara í alivinnuni vóru meir enn 200 arbeiðspláss tá mest var at gera. Nú er talið umleið 45.
Lemmavirkið hevði uml. 27 starvsfólk. Tveir rækjutrolarar hava vit mist úr økinum, við hesum vóru uml. 40 mans. Tveir partrolarar hava vit eisini mist og við hesum vóru uml. 15 mans.
Fiskavirkini høvdu uml. 70 fólk til arbeiðis, tá mest var at gera, nú eru tey flestu stongd. Við størru fiskiførunum eru uml. 40 mans íalt. Hetta gevur íalt uml. 400 arbeiðspláss, ið øll annaðhvørt eru meir ella minni í vanda fyri at hvørva, ella longu eru horvin, og útlitini eru ikki góð, um ikki eitthvørt munagott verður gjørt sum skjótast.
Sostatt er vandin nógv størri nú enn hann var í kreppuni í nítiárunum, sigur Vinnuráðið í Vági.
? Undir øllum kreppuárunum var sjógvaling í økinum, sláturvirki var eisini, umframt roykivirki og smoltstøðir. Tilsamans arbeiddu 60-70 fólk í alingini í kreppuárunum í nítiáruum. Tá vóru eisini nógv fleiri skip enn nú og síðani kreppuna hava einir 50 fiskimenn mist kansin.
Samanumtikið eru eini 100 størv færri í framleiðsluvinnuni nú, enn tað vóru undir kreppuni í 90-árunum, og einki annað er komið í staðin.