Tað er við vónum um trý stig, at HB leikararnir í kvøld fara vestur í Vágaoynna at spæla útsetta dystin frá fjórða umfari.
Heldur krav
Vón er kanska eitt heldur veikt orð, tí skala HB framhaldandi hanga fast í toppinum, er kravið ein sigur á vágamonnum.
Vinnur HB dystin, eru bert fýra stig upp til grannarnar úr B36, og tá talan júst verður um grannauppgerð komandi vikuskifti, kann HB minka munin niður í eitt stig, um talan verður um tveir sigrar hetta fram til sunnudagin.
Florin, sum fekk skaða í lærkrikan í fjórðingsfinaluni móti B36, er framvegis ikki komin fyri seg, og sum skilst ganga væntandi einar tvær vikur afturat, áðrenn hann verður førur fyri at fara á vøllin.
Skaða í lærkrikannum hava eisini teir báðir, Rói Árting og Jón Rói Jacobsen. Rói noyddist at gevast undir upphitingini til B68 dystin, meðan Jøon Rói varð skiftur út í seinna hálvleiki í sama dysti.
Lítil breidd
Skaðar er eisini eitt fyribrigdi, sum vágamenn hava merkt sviðan av seinastu tíðina, og í mun til havnarmenninar, so hava tey har vesturi ikki eins nógv fólk at taka av.
Ringast stendur til hjá Ara Thomassen, sum hevur brotið hondina. Dómurin ljóðar upp á fýra vikur í gipsi.
Harumframt eru Tór-Ingar Akslelsen, Birgir Joensen og Jack Johansen allir ivasamir. Eingin teirra var við seinast, men møguliga kunnu teir pjøssast saman til týdningarmikla dystin.
Hevur HB tørv øa stigum, so hava vágamenn tað ikki minni. Felagsliðið er í løtuni á aftasta sessinum í deildini, og við verandi gongd er líkt til, at teir skjótt verða heilt afturúrsigldir í botninum.
Dystirnir, sum standa fyri framman, eru ikki av tí lættara slagnum, og tí má tað sigast at vera av avgerandi týdningi, at stig fáast burtur úr dystinum í kvøld.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????