Búi K. Petersen vart ph.d.-ritgerð

Eg kannaði samráðingar í Føroyum í 2015 og 2016, altso áðrenn seinastu rembingarnar, sigur hann.

Mikudagin í síðstu viku vardi Búi K. Petersen ph.d.-ritgerð sína á Memorial University í St. John’s, Nýfundlandi. Hann hevur granskað og skrivað um mekanismur í arbeiðsmarknaðarsamráðingum bæði ítøkiliga í Føroyum og meira teoretiskt. Tað skrivar Granskingarráðið í dag. Heitið á ritgerðini er “Structure and Agency in Bargaining: Practice, Routines, Truce, and Individual Differences”. 

 

 

- Eg kannaði samráðingar í Føroyum í 2015 og 2016, altso áðrenn seinastu rembingarnar. Ein av niðurstøðunum var, at rutinan í samráðingunum, har ein fastlagdur lønarkarmur var ein av høvuðstættunum, gav ein stóran stabilitet, tvs. frið á arbeiðsmarkaðinum. Men samstundis minkaði tað munandi um fleksibilitetin og gjørdi tað m.a. næstan ómøguligt at gera tillagingar í lønarmuni. Ritgerðin kundi næstan síggja fyri sær ófriðin á føroyska arbeiðsmarknaðinum seinasta árið, sigur Búi K. Petersen sambært Granskingarráðnum. 

 

 

- Nógv av hesum ikki er nýtt fyri tey, sum fáast við samráðingar í Føroyum. Eg havi so lýst og greinað hetta teoretiskt. Tú kanst siga, at eg brúki føroyska arbeiðsmarknaðarsamráðingar sum dømi til at menna ein nýggjan sosiologiskan vinkul uppá samráðingarteori, sigur hann. 

 

 

Í metingarnevndini vóru Dr. Vern Glaser, University of Alberta, uttanhýsis metari og Dr. Thomas Cooper og Dr. Jianyun Tang, Memorial University, innanhýsis metarar. Í vegleiðingarnevndini vóru Dr. Natalie Slawinski og Dr. Gordon Cooke, bæði vegleiðarar, umframt Dr. Dianne Ford og Dr. Amy Warren, øll frá Memorial University.Tey eru her avmyndað saman við Búa K. Petersen, sum situr í miðjuni.