Bæði innflutningur og útflutningur minka

Innflutningsvirðið í januar í ár var 23% minni enn í januar í fjør. Viðmerkjast skal, at tað ongantíð er innflutt so nógv ein januar mánað sum í januar í fjør, so hóast innflutningurin er minkaður í ár, innflyta vit framvegis nógv.

Við tað at uppgerðin bert fevnir um ein einstakan mánað, skal varsemi vísast, tá samanberingar verða gjørdar við undanfarin ár.

Minkingin er stór innan fleiri vørubólkar, men serliga innflutningurin av akførum er minkaður nógv, har tað í ár eru innflutt akfør fyri 3 mió. móti 21 mió. í fjør.

Eins og vit hava innflutt minni, er eisini útflutt minni í ár, samanborið við í fjør. Her er minkingin tó ikki eins stór sum í innflutninginum. Samlaða útflutningsvirðið minkar 7%.

Bæði nøgdin og virðið av útflutta fiskinum minkar. Meðan nøgdin minkar 25% so er minkingin í virði 14%.

Samlað minkar útflutningsvirðið av botnfiskinum 10%, men munur er millum fiskasløgini. Virðið av toskinum og hýsuni minka 26 og 18 mió. meðan virðið av upsanum veksur 25 mió. Í nøgd minka toskurin og hýsan eisini, meðan tað er stórur vøkstur í nøgdini av útfluttum upsa, skrivar Hagstovan.