Bæði greitt og ógreitt í Vági

Á summum økjum var fólkaatkvøðan í Vági ikki serliga greið, men tað var hon á øðrum økjum. Nú fer býráðið at viðgerða støðuna

Fólkaatkvøðan í Vági leygardagin svaraði ikki øllum spurningum líka greitt.
Tað heldur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri.
Hon helt kortini, at býráðið hevðu fingið nakað at arbeiða við.
Tað vóru 47% av vágbingum, sum halda, at Vágur framhaldandi skal vera kommuna fyri seg sjálva. Men 44,1% halda, at hon skal leggja saman við onkra aðra kommunu.
Men í hesum spurninginum vóru óvanliga nógvar blankar atkvøður. Tær vóru 59 í tali, ella 8,7% av atkvøðunum.
- Hetta er ikki serliga eintýðugt, so tað er ein spurningur, hvat vit fáa brúkt tað til, sigur Kirstin Strøm Bech.
Hinvegin ber til at staðfesta, at ein meiriluti er ein meiriluti og meirilutin vil varðveita Vág sum sjálvstøðuga Kommunum, einsamalla.
Hinvegin vísir hon eisini á, at tað eru rættiliga nógvir vágbingar, sum vilja hava broytingar.
Men endar tað við, at kommunur í Suðuroy skulu leggja saman, er úrslitið av fólkaatkvøðuni heilt greitt.
- Úrslitið var at 66,1% av teimum sum atkvøddu, siga, at skulu kommunur leggja saman, skal Suðuroy verða tvær kommunur. Hinvegin halda 29,5%, at rætta loysning er ein oyggj, ein kommuna.
- Her er onki at ivast í, sigur borgarstjórin.
Vágs Býráð hevur frammanundan samtykt, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, skal møguleiki verða fyri at gera oynna til tvær kommunur. So í hesum sambandi fekk býráðið undirtøku frá meirilutanum, tí valúrslitið er í samsvari við tað, sum býráðið vil.
Annars viðgongur borgarstjórin í Vági, at hon hevði væntað at eina størri valluttøku.
- Spurningurin er um tað er tí at fólk leggja ikki í, ella um tað er tí at tey halda, at tað er ov lítið komið fram um fyrimunir og vansar við eini samanlegging.
 
Alt talar fyri samanlegging
Býráðið fer nú at viðgerða málið og taka støðu til, hvat nú skal henda
Hinvegin heldur borgarstjórin í Vági, at tað er lítið sannlíkt, at kommunur í Suðuroynni ikki fara at leggja saman.
- Rákið er tann vegin og tí er væntandi, at einaferð í framtíðini fara kommunur at leggja saman. Men hendir tað, hava vágbingar sagt sína hugsan.
Hon sigur, at ein spurningur er nú, um Vágs Kommuna skal venda sær til hinar kommunurnar í syðru helvt fyri at vita, hvørja støðu tey hava til kommunusamanlegging.
Men alt tað fer býráðið at taka støðu til hesa næstu tíðina.
Les meiri á síðu 17