Bæði fingu nøs


Kappingarnevndin hjá FSF hevði mikukvøldið fund um málið viðvíkjandi dystinum millum aðru deildar liðini hjá AB og KÍ.
                      Tann dysturin varð ongantíð leiktur, tí KÍ segði seg undir givnu fortreytunum ikki fáa mannað lið til dystin, sum feløgini upprunaliga samdust um skuldi leikast sunnudagin.
                      Hetta vildi AB tó ikki standa við, og tá flytingin til sunnudag ongantíð varð fráboðað FSF, hildu argjamenn fast um, at dysturin skuldi spælast leygardag.
                      Nú hevur kappingarnevndin so gjørt av, at AB er dømt at vinna dystin 0-0, og at KÍ fær bót áljóðandi 3.500 kr. fyri ikki at møta upp.
                      Samstundis fáa nevndirnar í báðum feløgum eina átalu frá kappingarnevndini fyri handfaringina av málinum.