Tríggir dystir í FTZ Deildini vóru á skránni í dag.
Hoyvíkingar snávaðu
Í Kollafirði tók KÍF móti oddaliðnum, H71.
H71 kundi við sigri tryggjað sær fremsta plássið í grundspælinum, men hetta megnaðu teir ikki.
Hóast H71 lógu á odda allan fyrra hálvleik, ið teir vunnu við 12-10, so vóru tað kollfirðingar, ið høvdu møguleikan at taka øll stigini, tá ið ein minuttur var eftir.
Men hoyvíkingar vunnu bóltin í evstu løtu, fóru í mótálop og fingu brotskast í somu løtu sum tíðin fór. Hetta brotskasti endaði í málinum, so at dysturin endaði 22-22.
Fyri H71 gjørdust Mark Lausen-Marcher og Peter Krogh toppskjúttar við 5 málum í part.
Hjá KÍF var tað Hans Eli Sigurbjørnsson, ið gekk undan við 11 málum. Harafturat takkaðu kollfirðingar eisini Janusi Jakobsen fyri eitt stórt avrik í málinum.
Neistin tók ikki av
Samstundis vóru Neistamenn á vitjan hjá VÍF í Vestmanna
Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og VÍF megnaðu at venda 10-11 til 12-11, ið gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki megnaðu vestmenningar at draga frá, og um miðan seinna hálveik vóru teir á odda við fimm málum.
Teir hildu hesa leiðslu til dystarlok og alt endaði við einum 32-27 sigri til VÍF, og Neistamenn kundu iðra seg um at teir ikki tóku av møguleikanum at hótta fremsta plássið, ið hoyvíkingar nú endaliga hava staðfest.
Hjá Neistanum fekk Høgni Zachariassen flest mál við sínum 6 málum.
Hjá VÍF vóru tað teir báðir Bjarti Hansen og Jón Müller, ið gjørdust toppskjúttar við 7 málum í part
Strandingar vunnu tepran sigur
Team Klaksvík vóru komnir inn á Skála at bjóða StÍF av.
Strandingar løgdu nógv betri út, og vóru eitt nú á odda 9-3 um miðan fyrra hálvleik.
Men klaksvíkingar fingu bart seg inn aftur í dystin, og í hálvleikinum høvdu teir minkað um munin til 16-13.
Strandingar hildu leiðsluna til áleið eitt korter restaði í. Tá var støðan 21-20, men nærri komu klaksvíkingar ongantíð.
Strandingar høvdu hug at vera eini tvey mál á odda restina av dystinum, og tá ið avtornaði var úrslitið 27-26 til StÍF
Fyri klaksvíkingar gjørdust Sámal á Tjaldrafløtti og Sakaris Ludvík Súnason báðir toppskjúttar við 9 málum í part.
Fyri strandingar fekk Allan Norðberg flestu málini. Hann skjeyt 8.
Støðan í kappingini sær nú soleiðis út áðrenn seinasta umfarð í grundspælinum:
1 | H71 | 23 | 613 | 565 | 48 | 34 |
2 | Neistin | 24 | 628 | 571 | 57 | 33 |
3 | VÍF | 23 | 664 | 648 | 16 | 28 |
4 | Kyndil | 23 | 582 | 568 | 14 | 26 |
5 | StÍF | 23 | 623 | 641 | -18 | 15 |
6 | Team Klaksvík | 23 | 550 | 623 | -73 | 14 |
7 | KÍF | 23 | 576 | 620 | -44 | 12 |