Búi Egilsson: Hetta er vigtigt

FM1: Suðringar hava vunnið í Gøtu fyri aðru ferð í ár

Suðringar hava vunnið 2-0 á Víkingi. Hetta er aðru ferð í ár, at Suðringar vinna í Sarpugerði. Í fyrra førinum var tað í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Eisini ta ferðina vunnu Suðringar 2-0. Í kvøld var tað Dánjal Godtfred, sum lítla løtu undan steðginum setti hol á , og Dennis Nielsen staðfesti 2-0 sigurin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

-Vit roknaðu við møguleikanum, at tað kundi eydnast okkum at vinna. Vit hava vunnið í Sarpugerði fyrr í ár, 07 Vestur vann 4-1 í Sarpugerði síðsta sunnudag, og vit vistu, at Víkingur restaði onkrar lyklaspælarar, sigur Búi Egilsson hjá Suðringum.

 

Les eisini: Suðringar ætla sær longri upp

 

Hann heldur fyri, at málið hjá Suðringum nú er at yvirhála EB/Streym og Skála, men hann ásannar eisini at tað er kapping um niðurflytingarplássini, tá 07 Vestur millum annað hevur vunnið 4-1 í júst Sarpugerði.

 

Víkingur – Suðringar 0-2 (0-1)

0-1 Dánjal Godtfred

0-2 Dennis Nielsen