MARIONETT SJÓNLEIKUR
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Tað er alt ov sjáldsamt at síggja nakran duga at siga frá kríggi og tess ræðuleikum uttan at frásøgnin, í traditionellari fokusering á mót og megi hjá teimum stríðandi, lekur av bergtiknari undran yvir hernaðarligan effektivitet.
Jú, tað finnast filmir sum ?Hiroshima: Out of the Ashes? sum við at taka støði í tí civila fólkinum vísa hvussu eitt kríggj knúsar lívið hjá einstaklingum og familjum, ja heilum samfeløgum. Og so finnast tað dukku sjónleikir sum ?Slagið um Stalingrad?, ein leikur sum Tbilisi Municipal Theatre sýnir fram í hesum Listastevnu døgum.
»Tak ikki feil, marionett sjónleikur hevur eina heilt aðra kraft enn vanligur sjónleikur,« segði ein av áskoðarunum vit møttu aftan á sýningina í Meiarínum týskvøldið, nevniliga Eyðun Johannesen.
?Slagið um Stalingrad? er ikki ein søga ið flættar kærleikan inn í eitt krígsherjað umhvørvi; tað er heldur ein forstummandi sterk og dreymakend røð av einfalt men undirfundiga vinklaðum gerandis situatiónum mitt í krígsins helviti, har kærleikin er lýstur sum ein eymligur veruleiki og máttur ið av absurdum kríggi verður ónt og harðrent traðkaður undir fótum. Við grundigari sjálvfylgju vísir leikurin hvussu hetta skaðar alt sum livandi er.
Leikurin er sjáldsama sterkur og vísir bardagans brutalitet upp á sín heilt egna máta, við støði í lívinum hjá nøkrum fáum úr rúgvuni av óteljandi offrum. Við orðunum hjá Washington Post: »Hetta er eitt slag av drama ið er gjørt til at nema hjartastreingir, eitt gjøgnumført myrkt og lagnukent studium í menniskjunnar ómenniskjansligheit móti menniskjanum.«
Framførslan hjá Tbilisi Municipal Theatre av ?Slagið um Stalingrad? við marionett dukkum er ólíkt nøkrum vit fyrr hava sæð í Føroyum. Ein hópur av ummælum ið rósa framførsluni til skýggja váttar at í nógvum londum hava fólk verið ovfarin av hvussu stórt upplivilsi ein tílíkur sjónleikur kann geva.
Hetta dukkuteatur er heimskent, og tað má hava verið ógvuliga krevjandi at stýra hesum dukkum á palli til at lýsa eina sorgartíð so óhugnaliga nær sum leikmeistarin úr fyrrverandi sovjettiska lýðveldinum Georgia, Rézo Gabriadzé hevur framleitt, skrivað, leikstjórnað og designað. Hann lýsir við hesum leiki ta syndarligu søguna í Stalingrad, Berlin, Kiev og Moskva millum 1937 og 1943, í 14 scenum ið nema við seinna heimsbardaga.
?Slagið um Stalingrad? skuldi sýnast einaferð afturat í Meiarínum, nevniliga mikukvøldið 11. august kl. 19:30.