Búði í bili á Hálsi

Aldur: Miðskeiðis í 40'unum:

Bústaður: Ein bilur á Hálsi

Tíðliga sunnumorgunin fekk Politistøðin í Havn eina heldur sjáldsama fráboðan um ein mann, ið lá og svav á einum heldur óvanligum staði.

Talan var í hesum føri um ein mann, sum er miðskeiðis í 40’unum, men sum eftir øllum at døma ikki hevði tak yvir høvdið – og opinbart heldur ikki hevði havt tað í eitt ávíst tíðarskeið.

Hann hevði tískil funnið sær lívd og skjól í einum bili, ið stóð uttanfyri eina bilasølu á Hálsi í Havn. Tá politi’ið kom á staðið var maðurin horvin, men farvegur sást kortini til at her hevði onkur verið – og viðkomandi fór at at koma aftur skjótt.

Inni í bilinum lógu nevniliga sigarettir og klæðir, sum viðkomandi helst átti og ætlaði at brúka í bítandi kuldanum hesa náttina.

Løtu seinni kom aftur ein fráboðan um tað sama, men í hesum førinum frá eini aðrari bilasølu í nánd av teirri fyrru. Hesa ferð fekk løgreglan tosað við mannin.

Her fekk løgreglan at vita ta syrgiligu søguna um henda mannin, sum onga aðrastaðni hevði at vera – uttan í nøkrum bilum á Hálsi.

Sum skilst er maðurin ikki væl fyri sálarliga. Politi’ið kundi tó ikki gera annað enn at staðfesta støðuna.

So er bert eftir at vóna, at onkur instansur veitir viðkomandi ta hjálp, sum honum er tørvur á.

(Tilvildarlig mynd)