Bæði bólkar og fyriskiparar vóru sera væl nøgdir við tiltakið í Vega

Nøgdsemi
Niels Uni Dam

Fróði Vestergaard, sum samskipaði tiltakið fyri Norðurlandahúsið, var ovfarin av góðu uppmøtingini. Hann hevði ikki væntað, at tað fór at vera útselt. Í Vega søgdu fyriskipararnir, at alt yvir 200 fólk var eitt gott tiltak, so at fáa 500 fólk á konsert var avbera gott.

Nøgdir tónleikarar
Eisini luttakandi bólkarnir vóru glaðir fyri upplivingina. Gestir hildu tað vera ordiliga stuttligt at spæla fyri teimum nógvu áhoyrarunum. Tey lurtaðu veruliga, og tað var øðiliga nøktandi. Tað gekk eisini væl at spæla, tá er tað altíð stuttligt, og tað vaks um spæligleðina.
Teir hildu eisini, at tað var stuttligt at áhoyrararnir vóru so blandaðir, har vóru føroyingar, danskarar og íslendingar. Fyri nógvar av áhoyrarunum vóru Gestir ikki annað enn eitt navn á plakatini, og tey lurtaðu tí heilt opin.

Hoyrdu illa
Eivør helt Vega vera eitt deiligt spælistað, umstøðurnar vóru sera góðar. Áhoyrararnir vóru eisini ordiliga góðir, so í so máta var kvøldið væleydnað. Men pallljóðið hjá Eivør var út av lagi vánaligt, og tað oyðilegði nógv fyri hennara uppliving. Eivør og Bill Bourne hoyrdu illa hvat tey gjørdu, og tvær ferðirnar var heilt galið. Einu ferðina kom knappiliga ein reinging á røddina hjá Eivør, og eitt sindur seinni ýldi úr einum av hátalarunum. Eivør helt tó at góðu áhoyrararnir vigaðu upp fyri tað keðiliga ljóðið.

Makrel Vega nøgdir
Makrel søgdu seg ikki bara vera mega nøgdar, men Vega nøgdar. Tað gekk ordiliga væl at spæla og áhoyrararnir virkaðu áhugaðir í tónleikinum. Hetta var fyrstu ferð Makrel spældu í Danmark. Teir vóru tí eitt sindur ivasamir um hvussu tað fór at rigga. Men teir vóru sera glaðir at fólk tóku so væl ímóti teimum.
Teir hildu eisini umstøðurnar rundanum tiltakið vera super. Hølini har tónleikararnir hildu til aftan fyri pallin vóru lekkur, við køliskápi fyltum við drykkivørum og mati, og frukt og bommskálum á borðunum. Her kundu føroyskir fyrireikarar sambært Makrel lært nakað.
Serligt upplivilsi fyri Rasmus
Fyri gittarleikaran í Makrel, Rasmus Rasmussen, var upplivingin heilt serlig. Tá hann trein á pallin, sá hann 10 fólk, sum hann hevði gingið á háskúla við, standa fremst við pallin og bíða. Tey høvdu frætt at gamli skúlafelagin skuldi spæla, og vóru komin í Vega fyri at hoyra hann. Hetta var fyrstu ferð í yvir eitt ár at hann sá tey.

Umaftur? Umaftur?
Tiltakið kom í lag tá Brynhild Kalsø, sum arbeiðir í Vega, var í starvsvenjing í Norðurlandahúsinum. Hon sannførdi nevndina í Vega um at latað hurðarnar upp fyri einum føroyskum tiltaki.
Í Vega eru fyrireikararnir sum sagt stak nøgdir við tiltakið, og vilja fegin gera tað aftur.
Fróði Vestergaard sigur, at tað er ein møguleiki fyri at tað verður gjørt aftur, men hetta krevur at Atlantic Airways aftur verður við sum stuðul. Tí við so nógvum ferðandi er tað alneyðugt við lagaligum ferðaseðlaprísum, uttan stuðulin frá ikki bert Atlantic men eisini hinum stuðlunum, hevði hetta ikki borið til.