Bæði Agnar og Teitur trúgva uppá sigur

Sunnudagin klokkan 16 verður slagið um Norðurstreymoy, tá KÌF og VÌF tørna út í Kollafirði í dysti í Atlantic Airways kappingini. KÍF er á odda við 29 stigum, meðan VÌF hevur 22 stig.

 

Agnar Joensen hjá VÌF sær kontraspælið hjá KÌF, sum tað sterkasta vápnið hjá mótstøðuliðnum, meðan Teitur Joensen ásannar, at verjan uttan iva er tað sterkasta trumfkortið hjá VÌF.

 

Bæði Agnar Joensen og Teitur Joensen - hvør í sínum lagi - trúgva uppá, at teirra lið kann bera sigurin heim í dystinum sunnudagin.

 

Undir greinini ber til at hoyra prátið Rás2 hevði við Agnar og Teit Joensen í ítróttarsendingini ígjár.