Búgvi tapti fyrsta dystin

Búgvi Poulsen tók um vikuskiftið lut í HM-kappingini í Judo, sum verður hildin í Rio de Janeiro. Í fyrsta umfarinum bardist Búgvi móti einum grikka, og longu eftir 16 sekundum var dysturin av. Tá hevði grikkin fingið gott tak á Búgva og fekk kasta hann, og hetta gav fult stigatal. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar hava tikið lut í HM-kappingini. Saman við Búgva var formaðurin í Judosambandinum, Sofus D. Johannesen, eisini við á ferðini.