Íbúgvatalið vaks við 391 fólkum í 2008

1. januar 2009 vóru 391 fleiri fólk skrásett at búgva í Føroyum enn 1. januar 2008. Hetta er ein vøkstur upp á knapt eitt prosent. 1. januar 2009 vóru 48.778 fólk skrásett at búgva í Føroyum. Tað eru 391 fólk fleiri enn 1. januar 2008, ella ein vøkstur uppá knapt eitt prosent.

Fólkavøksturin í 2008 var fimm ferðir so stórur sum í 2007, tá íbúgvatalið einans vaks við 77 fólkum. Orsøkin til hendan munin er flytingin millum lond.

Í 2007 fluttu 214 fólk fleiri av landinum enn tað fluttu til Føroya. Í 2008 fluttu 103 fólk fleiri til Føroya enn tað fluttu av landinum.

Størsti lutfalsligi fólkavøksturin í 2008 var í Vágum. Í tali var størsti vøksturin í Suður-Streymoy. Norður-Streymoy og Eysturoy hava eisini ein rímuliga stóran fólkavøkstur samanborið við onnur økir.

Hinvegin minkar fólkatalið sunnanfjørðs og á útoyggjunum, sigur Hagstovan.