Búgva vit bæði í sama landi Annika Olsen?

Signar P. Dam, kommunulækni
----
24 januar 2013 var eg vitni til eitt skelkandi dømi um politiska arrogansu og igno­ransu.
Tað var tá Annika Olsen landstýriskvinna í al­manna­málum í sjónvarp­inu­m segði sína hugsan um ein part av eldraøkinum, nevniliga tørvin á røktarheimsplássum.
»Ikki fleiri røktar­heims­pláss-økið er væl útbygt« segði hon í sjónvarpi og bløð­um.
Samstundis møti eg, hvønn tann einasta dag, dømi um tørv á røktarheimsplássum.
Hesi dømini eru ikki um fólk sum kunnu hjálpast heima, sjálvt við maksimalari heima­hjálp.
Hetta eru fólk sum verða passaði av sínari familju 24 tímar um samdøgurið.
Kunnu tey hjálpast við økt­ari heimahjálp? – Nei !
Yndlingsfrasan hjá Ann­iku er : »Ja tað mugu okur so hyggja uppá«.
»Nú mugu okur síggja um tey ikki kunnu hjálpast við »rehabilitering« ( 85 ár og eldri !! ) og meira heimahjálp«-
Er tað veruliga ikki ging­ið upp fyri Anniku ,at heima­hjálp er ikki til at fáa, og at játtanin ikki verður økt so tað munar nakað?
Hvønn dag –og eg meini hvønn tann einasta dag - so klaga fólk um at tey onga heimahjálp fáa.
Eitt dømi: 89 ára gomul kona, sum í mong ár passaði sín sjúka mann 24 tíma um samdøgurið, biður nú um heimahjálp, tí hon er so úss­ar­lig.
Hon kann ikki fáa ein hálv­an tíma um dagin.
Eitt annað dømi: Demens­sjúklingur sum famljan hev­ur ábyrgd av 24 tímar um sam­døgurið. Søkt verður um heimahjálp.
Fær játtað ½ tíma dag­liga.
Eitt triðja dømi: 77 ára gom­ul kona ,sum hevur pass­að sjúka bróðurin í 33 ár, biður um at hann kann sleppa til umlætting.
Onki pláss !!
Fekk játtað heimahjálp 15 minuttir um vikuna at hjálpa honum í brúsu !
Politikarir eru í løtuni við at detta um beinini á hvørjum øðrum í skundani eftir at niðurleggja røktarheimspláss og sambýlispláss .
Allir eru teir offur fyri myt­uni um at flest øll vilja vera sum longst í egnum heimi.
Hetta er ikki so.
Jú nógv, sum eru væl fyri, vilja vera heima sum longst,men hetta eru aloftast fólk, sum hava familjuna rund­an um seg .
Sera nógv gomul eru einsa­møll og hava eina trista tilveru, og vitjan av heimahjálp, um tað so er tríggjar ferðir um dagin, kann aldrin erstatta samveruna við onnur, sum ein jú fær á einum búplássi.
Ofta eru tey gomlu bangin fyri at okkurt kann henda teimum meðan tey eru einsa­møll.
Á røktarheimum og sam­býlum kenna tey seg tryggan í vitanini um at hjálp altíð er til handa.
Annika tosar so nógv um eitt dømi um røktarsjúkling sum ikki sleppur á røktar­heim tí hann býr í skeivari kommunu.
Nei Annika hann býr ikki í skeivari kommunu,men í skeivum landi, har Annika Olsen er sosialministari!
At tveir føroyingar – Annika Olsen og Signar Dam- kunnu síggja so ymiskt uppá sama veruleika, er mestsum ófatuligt .
Kanska liggur frágeiðingin í tí, at undirritaði hevur havt hesi problemini inni á lív­inum í 40 ár og at
Annika hevur sitið sum almannaráðskvinna í tvey ár ,og at hon heldur at : ” Den som vorherre giver embetet giver han også forstanden ”
Annars vildi P.M.Dam vent sær í grøvini um hann visti at ein fólkaflokkskvinna situr sum »ministari fyri neyð og elendigheit« sum Óli Breckmann so smagfult segði tað. Eitt hugtak sum hevur ein óhugnaligan aktualitet í dag.
Annika! Onki kann rætt­vísgera tín holdning til henda velduga trupulleika.
Tú metir ikki at tørvur er á fleiri røktarheimsplássum.Eg veit at tørvurin er har og at hann verður størri alt eftirsum fleiri gerast heilt gomul og røktartørvandi.