Búgva skotar í kjallaranum hjá bretum?

-

Viðmerkingar frá teim flestu loysingarflokkunum til nýskipanaruppskot Sambandsfloksins, vóru høviskar og væl skiljandi.

Men tíverri kundi Høgni Hoydal ikki lata vera við at brúka sína demagogisku myndatalu. Hann vildi vera við, at uppskotið kundi samanberast við eitt hús, har danir høvdu ræðið, meðan føroyingar kundu fáa loyvi til at búgva í kjallaranum, og kundu kanska eisini sleppa at mála kamarið.

Heldur Høgni Hoydal, at skotar kenna seg sum búgvandi í kjallaranum hjá bretum?

Spell, at Høgni skuldi gerast so speiskur, nú hann kom uppí politikk.

Er orsøkin kanska tann, at hann longu nú sær, at okkara uppskot røkkur munin longur enn hansara loysingaruppskot, tá talan er um fyrimunir og vansar, og serstakliga tá hugsað verður um tað veruliga persónliga og fíggjarliga sjálvræði hjá tí einstaka føroyingunum?

Hvør kann orsøkin vera til, at Høgni Hoydal longu hevur gloymt sína egnu blaðgrein, har hann út í æsir lýsir, hvussu nógv verandi ríkiseind hevur ment okkara góða samfelag?

Tú kanst illa halda fram við nevndu menning, við at slíta góð samstarvsbond, og lata hurðar aftur.

Hví ikki heldur velja tað loysnina, hvørs endamál er at minka um vansarnar, og økja um fyrimunirnar?

Trygvi F. Guttesen