Búgva Jóannes, Jørgin og Kaj Leo á mánanum?

Meðan samgonguflokkarnir kjakast gjøgnum fjølmiðlarnar um leyst og fast, førir fíggjarmálaráðharrin ósannindi fram um, at andstøðan ikki hevur viljað tikið lut í búskaparsemjum. Vit hava hinvegin prógvað, at vit eru til reiðar at taka stór tøk og at skapa leiðslu og álit aftur í landinum, men samgongan hevur tilvitað sett andstøðuna til viks

Høgni Hoydal

Betri seint enn ongantíð, at samgonguflokkarnir nú fara at tosa um eina búskaparsemju(!). Men ófatiligt at hoyra vaksið fólk, sum siga seg vera stjórn í landinum, nústaðni fara at tosa leyst tos um at gera búskaparsemjur – uttan at hava nakað ítøkiligt boð uppá ein politikk.

Uppaftur meira margháttligt er tað, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin fáa bestu senditíð í útvarpinum í eini tíðindasending at gera viðmerkingar til tað, sum verður rópt eitt ”uppskot” frá Jørrgini Niclasen og Fólkaflokkinum. Og hvat er so hetta uppskotið? Jú, tað er at nú mugu flokkarnir fara et gera eina búskaparsemju (!) Vorðið sum uppskot. Nú bert góð vika er til álit skal skrivast um fíggjarlógina.

Uttan nakran spurning sita so løgmaður og fíggjarmálaráðharrin í tíðindunum og hava einarøður og leyst tos – sum eitt slag av eygleiðarum – um, at helst áttu politikararnir at gjørt hetta og hatta. Men at annars skal samgongan fyrst finna semjur, tí andstøðan vil ikki taka lut, segði enntá Jóannes Eidesgaard.

Tað eru ósannindi og grov niðurgering, ið eg als ikki fari at góðtaka. Máti skal vera við.

Andstøðan roynt semjur støðugt
Alt síðani hendan samgongan tók við – og hóast andstyggiligu framferðina hjá Eidesgaard og javnaðarflokkinum, tá tey slitu CHE-samgonguna – so hava vit trúliga bjóðað okkum fram at gera semjur við bæði javnaðarflokk og samgonguna. Vit hava gjørt uppskot um framtøk og bygnaðarbroytingar, skotið ópopuler tiltøk upp og so frameftirni. Tey uppskot, sum yvirhøvur eru samtykt á tingi, og sum gera mun, eru antin komin frá andstøðuni ella frá andstøðu- og samgongutingfólki í felag.

Vit hava tó tikið harðliga frástøðu frá teirri nappingini, nartlingini og nálgingini, sum samgonguflokkarnir hava gjørt mótvegis teimum veikastu bólkunum – og vit hava kravt, at veruligar framtíðaríløgur skulu gerast í útbúgving, gransking, mentan og burðardygga orku- og umhvørvisnýtslu.

Í fíggjarlógarviðgerðini fyri ári síðani løgdu okkara umboð fram eitt greitt uppskot við røð av tiltøkum og framtøkum. Vit vístu tá staðiliga á, at hallið fór at nærkast milliardini, varð onki gjørt beinanvegin. Samgongan vrakaði øll uppskot.

Ítøkilig uppskot vrakað
Kortini fundaðist Tjóðveldi við samgonguflokkarnar í alt summar um búskaparsemju og neyðug átøk. Vit vendu okkum frá asosialu og stuttskygdu handlunum í ólavsøkupakkanum, og løgdu fram hesi mál:
? langtíðarætlan fyri bæði rakstur og íløgur
? krøv til fíggjargeiran eftir óstýrdu yvirhitingina av búskapinum
? fiskivinnureform – við tilfeingisbúð og útbjóðing av fiskirættindum
? útbúgvingar-, mentanar og umhvørvispolitikk.
? krav um, at veikastu bólkarnir ikki vórðu píndir.

Hóast lyfti um ta øvuta, hoyrdu vit hvørki orð ella ei aftur frá samgonguni, fyrr enn hon legði “ólavsøkupakkan” fram á tíðindafundi. Hann legði eftir teimum veikastu, hevði ongi verulig átøk, og var bert eitt slag av royksløri fyri atgerðarloysi samgongunnar. Og hóast serliga javnaðar- og sambandsfólk síðani hava runnið undan, so atkvøddu tey øll fyri honum við øllum teimum tiltøkum, ið tey nú látast at vera í andstøðu til.

Politikarar skulu standa til svars
Andstøðan er tó framvegis til reiðar at taka leiðsluna og at taka øll tøk, ið kunnu steðga hesum teiti, ið gongur fyri seg í samgongu og í fjølmiðlunum.

Vit liggja jú í fullkomnum leiðsluloysi. Har tey, sum skulu standa til svars og hava ábyrgd, fáa alla fjølmiðlatíð til at renna undan ábyrgd og senda ballónir avstað í fjølmiðlunum. Og síðani skulu somu flokkar, sum eru í stjórn, viðmerkja og skjóta ballónirnar niður hjá hinum. Eisini leys uppskot og tankar hjá egnum floksfeløgum. Onki fyrireikað, eftirkannað ella umhugsað uppskot kemur frá landsins stjórn, og ongin verður hildin til svars.

Jóannes, Jørgin og Kaj Leo kundu fyri tað sitið á mánanum og detta nú knappliga niður á jørðina og síggja skilið. Teir hava eftir øllum at døma als ikki verið her á jørðini, tey 6 árini, teir hava sitið við landsins leiðslu. Teir taka í hvussu er ikki nakra ábyrgd fyri avleiðingunum av teirra skilaleysa búskaparpolitikki, ið er dumpaður so dyggiliga, sum yvirhøvur sæð í politiskari søgu.

Ikki vantandi peningur, men vantandi skil
Vit eru nevniliga ikki komin í hesa støðuna, tí okkum hevur vantað pening (soleiðis sum eitt endaleyst lið av sambandskreftum roynir at billa fólki inn til tess at geva øðrum skyldina).

Nei, búskapurin varð brendur upp, av ov nógvum pengum og ongari ábyrgd, tá fyrst skattalættar vórðu givnir inn í ein ovurheitan búskap og øll fíggjarstýring slept. ABC-flokkarnir brúktu enntá allar tær 2,8 milliardirnar, sum vórðu spardar upp, tá teir tóku við. Umframt hava teir brúkt tær 1,6 milliardirnar, sum Føroya Banki gav í landskassan – og sum samtykt varð, skuldu í Búskapargrunn. Ongin skuld varð niðurgoldin og onki spart upp. Stongt fyri útlendskari arbeiðsmegi – og alt etið upp í hækkaðum kostnaðarstøði. Ongin vinnupolitikkur, útbúgvingarpolitikkur ella nakar reformur framdur. Óheimilað meirnýtsla uppá 340 milliónir.

Vit vita øll, at varð blokkstuðulin ikki skerdur, so høvdu enn fleiri pengar verið brúktir til at hita búskapin við – og vit vóru langt síðani farin so dundrandi á heysin. Vit í Tjóðveldi taka fegin ábyrgdina av blokkstuðulsskerjingini og eru errin av henni. Hon er grundarlagið fyri, at vit í dag hava møguleikar at megna at venda gongdini.

Vit skulu ikki missa sjálvsálitið og vónina
Tí vit hava góðar møguleikar at klára eisini upptakið eftir hetta fullkomna ábyrgdarloysið. Sum Búskaparráðið vísir á, so varð skuldin niðurgoldin undir fullveldislandsstýrinum, og hetta gevur okkum møguleikar og ávíst frælsi til at venda gongdini. Og tað átti í veruleikanum at givið okkum stórt áræði, at vit hóast so skeivar politiskar avgerðir og skeivan politikk, kortini kunnu venda gongdini við langtíðarpolitikki.

Tað krevur eina leiðslu í landinum. Tað krevur, at allar avgerðir byggja á eina langíðarætlan – og ikki frá hondini-í-munnin-politikk. Tað krevur dirvi til at gera ein fiskivinnureform, sum kann venda inntøkugrundarlagnum í samfelagnum og loysa upp fyri heilt øðrum burðardyggum politikki. Og tað krevur mangt annað.

Men fyrst og fremst krevst, at núverandi samgonguflokkar verða settir til svars, áðrenn teir umframt at hava tømt allar kassar, eisini tøma alt sjálvsálit og vónir úr eini tjóð, sum hevur framúr møguleikar at menna seg. Við ábyrgdarundanstøkking, uttanumtosi og at spæla andstøða, tá tú situr í landsins stjórn.