Sjáldsamur gestur er í dag sæddur í Vági, veit Suðurrás at siga.
Á okkara leiðum er í hesum døgum sjáldsamur gestur á vitjan. Djona Suðuroy tók í dag mynd av hesum býflugubítinum, skrivar Suðurrás.
Býflugubítar halda vanliga til í Afrika og í suður Evropa. Býflugubítar eru tó tvær ferðir fyrr sæddir í Føroyum.
Fuglurin á myndini er sæddur millum húsini miðskeiðis í Vági í dag.









