Tretivu ár eru liðin síðan Bussleiðin í Havn byrjaði við trimum nýggjum Volvo býbussum. Tað var tann 8. juli 1979 at regluliga koyringin hjá Bussleiðini í Havn byrjaði.
Tórshavnar býráð keypti tríggjar Volvo VBK bussar til endamálið, og P/F Bil rak hesar bussar fyri býráðið tey fyrstu árini. Táverandi býarverkfrøðingurin, Vøgg Guttesen, hevði ábyrgd av bussleiðini.
Býurin var ikki so stórur tá. Til dømis koyrdu bussarnir bert nakað niðan eftir Sundsvegnum. Teir vendu, har sum vegurin snarar inn á Vegin Langa. Koyrandi var ikki millum Sundsvegin og Vegin Langa.
Í 1983 bleiv Bussleiðin umskipað soleiðis, at fýra busseigarar áttu og róku hvør sínar tveir býbussar, teir vóru: Arni Berg, Gunleif Danielsen, Sámal Bláhamar og Mourits Mouritsen. Allir høvdu teir sáttmála við býráðið.
Síðan 1. februar 2003 hevur Mourits Mouritsen átt og rikið allar býbussarnar í Havn, og Gundur Johannesen í Kollafirði hevur rikið Bussleiðina millum Havnina og Kollafjørð síðan januar 2001.
Busskoyring í Havn er annars ikki nakað nýtt fyribrigdi. Fyri 65 árum síðan, í 1944, byrjaði Óli Arge við skipaðari busskoyring millum miðbýin, hospitalið, og Sanatoriið í Hoydølum. Eisini aðrir hava roynt seg við privatari busskoyring í Havn.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum