Hesa stórhending vildu Sosialurin og Rás2 ikki lata fara aftur við borðinum, og tí verður hetta eykablaðið um virksemið hjá Victor Danielsen givið út. Sunnudagin fer Rás2 at senda beinleiðis frá hátíðarløtuni í Fuglafirði.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta eykablaðið bert má metast sum ein roynd at lýsa ein lítlan part av stóra virkseminum hjá hesum megnarmanni, sum millum annað týddi fyrstu Bíbliuna til føroyskt, umframt ein hóp av sálmum og sangum, samstundis sum hann ferðaðist kring landið sum prædikumaður.
Vegna Miðlahúsið fari eg at takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt hava hjálpt mær við hesi útgávuni.
Rás2 sendir beinleiðis frá hátíðarløtuni sunnudagin!
Greinar um Victor Danielsen á www.sosialurin.fo undir Vikuskiftið:
Bókmentalig avrik
Bíbliutýðarin fær sína standmynd
Stórverk við 1125 sálmum
Victor vildi vera millum fólkið
Heiða Victor við standmynd
Árstøl hjá Victor Danielsen
Eitt sendiboð til smáplássini
Orðið heldur mær á lívi
At njóta signingar úr Bíbliuni
»Tað var har«
Um Victor Danielsen









